Tveir sigrar til føroyingaliðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Liðið hjá Marionnu G. Eystberg og Brynhild Pálsdóttir er nú omanfyri niðurflytingarstrikuna

Mynd: HSF

Tað gjørdist ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.

 

Í høllini í Frederiksberg vunnu Marianna G. Eystberg (myndin), Brynhild Pálsdóttir og liðfelagarnir í Ydun 31-25 á SIK Viborg. Í steðginum var Ydun á odda 14-10.

 

Marianna skoraði fýra mál og Brynhild skoraði eitt mál.

 

Við sigrinum er Ydun røttumegin niðurflytingarstrikuna. Tær hava 10 stig á fjórðaftasta plássinum. Beint aftanfyri Ydun er liðið hjá Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen sum hevur níggju stig.

 

Lív og Vár B. Zachariasen og liðfelagar teirra í Ajax eru nú veruliga partur av uppflytingarstríðnum.

 

Ajax vann á útivølli stórsigur 38-26 á Sæby. Í steðginum var Ajax á odda 18-11. Lív var noterað fyri eitt mál.

 

Ajax er fjórðfremst í deildini við 20 stigum, sama stigatali sum triðfremsta liðið, AGF, og næstfremsta liðið, Rødovre. Holstebro er við 28 stigum langt fremst í deildini. 

 

 

 

 

 

Mynd: HSF