Jonhard Eliassen: Samdir búskaparfrøðingar

Í orðaskiftinum, sum tikið hevur seg upp, eftir at Hvítabók bleiv almannakunngjørd, hevur verið nógv gjørt burturúr at draga fram ósemjur millum búskaparfrøðingarnar, ið hava luttikið í búskaparpartinum av Hvítubók. Frøðingarnir eru tó ikki ósamdir um øll viðurskifti. Breið faklig semja er eisini um nøkur viðurskifti, sum eftir mínum tykki røkkur nógv longur enn tær ósemjur, víst verður á í politiska tjakinum.

Greiningarháttur hjá búskaparnevndini

Høvuðsspurningar, sum settir blivu búskaparnevnindini vóru:

oHvat hendir við búskapinum, tá ið og um ríkisveitingarnar minka?

oHvussu eiga føroyingar at leggja til rættis ein sjálvberandi búskap?


Búskaparnevndin bleiv longu á fyrstu fundum sínum samd um, at hon í arbeiði sínum ikki vildi lýsa hesi viðurskifti í samband við ríkisrættarligu støðu Føroya. Ein grundin til, at hendan støða bleiv tikin, var, at nevndin ikki var biðin um at lýsa týdningin av ríkisrættarligu støðu Føroya fyri búskapin - hvørki positiv ella negativ árin. Ein onnur sera týdningarmikil grund til semjuna var, at óvissa var um, í hvønn mun danir vildu geva føroyingum pening í framtíðini, líka mikið um einki verður gjørt við verðandi heimastýrisskipan, um Føroyar blíva danskt amt aftur, ella um fullveldi gerst veruleiki. Við øðrum orðum: ríkisveitingarnar kunnu minkað, sjálvt um ongar broytingar verða gjørdar í heimastýrisskipanini.


Við hesum sjónarmiði sum útgangsstøði fyri arbeiðið hjá nevndini, var skjótt, at teir báðir grundspurningarnir - omanfyri nevndir - blivu tengdir saman. Um óvissa er um ríkisveitingarnar, hvussu eiga føroyingar at taka hædd fyri hesum í búskaparstýringini? Hvørjar avleiðingar verða á búskapin av stórari ella lítlari, stuttfreistaðari ella langfreistaðari minking í ríkisveitingunum? Hvørjar skipanir og stýringsamboð skulu til, um Føroyar skulu hava ein sjálvberandi búskap - við ella uttan ríkisveitingar?


Í stuttum kann sigast, at búskaparálitið hevur roynt at lýsa hesi viðurskifti við:

1. vanligari búskaparástøði og roynd at talfesta hesar tankabygningar við stutt- og langfreistaðum økonometriskum myndlum

2. hagfrøðiligari lýsing av búskaparligu søgu Føroya og í hesum sambandi verandi búskaparligu útgangsstøðu

3. trimum framskrivingarmyndlum, sum við støði í búskapargongdini seinastu árini kunnu tæna sum amboð hjá føroyingum til at gera sær eina hóming av, hvørji krøv eiga at vera sett til búskaparpolitikkin komandi árini

4. lýsing av neyðugum búskaparpolitiskum skipanum og stýringsamboðum, sum kunnu tryggja langtíðaráhugamál føroyinga


Búskaparástøðin og økonometriskir myndlar

Viðv. 1: Her er helst talan um veikasta partin í búskaparálitinum, tá ið hugsað verur um at geva lesarum haldgott og ítøkiligt grundarlag fyri meting av framtíðargongd. Lýstir samhangir eru grundaðir á vanliga viðurkenda búskaparástøði, men pláss var eisini fyri minni alment viðurkendari ástøði. Fakliga støðið lækkaði eftir mínum tykki í onkrum føri niðurum tað forsvarliga, t.d. tá ið tað í samband við stuttskygdsgreiningarnar eydnaðist at endur-uppfinna fysiokratisku búskaparástøðina; ein læra, sum - saman við merkantilismuni - í búskaparfrøðini nú í nærum 200 ár hevur havt somu støðu, sum læran um at jørin er fløt, hevur í náttúruvísindini.


Í besta lagi kann hesin partur - við greidligari staðfesting av hvørjar fortreytirnar eru - siga nakað um, hvønn veg framleiðsla, lønir, prísir, gjaldsjavni og aðrar støddir vilja førka seg í framtíðini, um ríkisveitingarnar minka, og lítið um, hvussu stórar broytingar talan verður um.


Stór ósemja hevur verið í búskaparnevndini um ymsu vinklarnar, sum her eru lagdir fram. Hóast hetta, so eru øll hesi teoretisku sjónarmið sloppin við í álitið. Ein grundin til hettar er, sum onkur longu hevur nevnt tað í fjølmiðlunum, at búskaparfrøðingar vanliga eru hampafólk, ið vilja lata ymisk sjónarmið koma fram at. Ein onnur grund til, at teoretiski/økonometriski parturin eftir mínum tykki bleiv í so gruggutur er, at stundir ikki vóru til at finna fram til greiðari semjur.


Hagfrøðiliga lýsingin av føroyska búskapinum

Viðv. 2: Her er talan um sterkari part í búskaparálitinum. Væl kann vera, at búskaparfrøðingar taka sær í so stórt frælsi til at profetera; fortíðin hinvegin - lýst við hagtølum - gevur ikki slíkt frælsi. Her er spurningurin hinvegin, hvussu tølini skulu tulkast.


Grundleggjandi viðurskifti, sum víst verður á í hagfrøðiliga partinum eru: Føroyingar - tað almenna, virkir og húsarhald - hava nú skjótt í 10 ár brúkt umleið 7% minni til nýtslu og íløgur enn teir hava framleitt. Hetta er eindømi í nýggjari búskaparsøgu Føroya, tí øll árini millum 1962 og 1989 hava føroyingar brúkt millum 12% og 15% meira enn teir hava framleitt. Her er talan um ógvuliga stórt skift í grundleggjandi javnvágini í føroyska búskapinum.


Onkur búskaparfrøðingur tekur hetta sum tekin um, at búskapurin longu so at siga hevur lagað seg til at klára seg uttan ríkisveitingarnar, meðan aðrir siga, at hetta bert partvíst er galdandi. Allir eru tó samdir um, at her er talan um týðandi skift í mun til tíðarskeiðið áðrenn 90-ini.


Stórt yvirskot á gjaldsjavnanum, í almennu kassunum, strukturbroytingar innan tað almenna og í vinnulívinum, nógv minkaða uttanlandsskuldin o.s.fr. fáa eisini limirnar í búskaparnevndini at semjast um, at føroyski búskapurin í dag skuldi verið munandi betri fyri til at staðið í móti skaðiligum árinum av møguligari minking av ríkisveitingini í mun til støðuna í 60-, 70- og 80-unum. Hetta tó treytað av, at skynsamur búskaparpolitikkur verður førdur.


Hvussu sterkur búskapur okkara er til at "klára" eina minking av ríkisveitingunum eru búskaparfrøðingar tó ikki á einum máli um. Hettar er ikki løgið, tí vissa er ikki um, nær, hvussu nógv, og hvussu skjótt ein minking kemur at verða framd.


Hinvegin er ein onnur týdningarmikil semja í búskaparnevndini um, at sterka fíggjarliga støðan - serliga hjá almenna sektorinum - er ein hóttan móti búskapinum, sjálvt um ríkisveitingarnar ikki minka. Hugsað verður her um metstóra gjaldførið innan almenna sektorin, sum tykið hevur seg upp við yvirskotunum seinastu 5 árini. Vandi er fyri, at stórt trýst verður lagt á politikkara okkara til fremja skattalættar og útreiðsluhækkingar nú gjaldføri er ríkiligt, soleiðis at ferðin á búskapinum gjerst væl størri enn gott er. Við hesum er stórur vandi fyri, at búskapurin aftur verður ógvuliga bundin av ríkisveitingunum.


Framskrivingar av búskapargongd

Viðv. 3: Búskaparfrøðingurin kann ikki siga nakað við vissu um framtíðina. Nærlagdi búskaparfrøðingurin roynir tí altíð greitt at lýsa tær fortreytir, hann hevur lagt sum grundarlag fyri metingar sínar. Í royndum er her er ikki talan um annan framferðarhátt enn tann, virkisleiðslur og húsarhald dag og dagliga nýta í samband við langtíðaravgerðir, eitt nú tá ið íløgur í vinnutól og bygningar skulu gerast. Fortreytir verða settar upp í samband við framtíðar rentustøði, prísgongd v.m., og síðan verður roynt at hyggja eftir, um útlit er fyri, at endarnir røkka saman. Talan kann vera um svartskygdar fortreytir ella øvugt, men oftast verða atlit tikin til, hvør søguliga gongdin viðvíkjandi fortreytunum hevur verið.


Í búskaparálitinum eru 3 framskrivingarmyndlar nýttir. Endamálið hevur verið at geva føroyingum amboð til at gera sær metingar av gongdini í nøkrum av teimum grundleggjandi búskaparstøddunum komandi árini. Talan er um amboð, sum kunnu brúkast hvørt sær - ella saman í eini roynd at gera sær eina meiri fullfíggjaða heildarmynd. Talan er um ein a) gjaldsjavnamyndil, b) ein vakstrarmyndil og c) ein støðuginntøkumyndil.


Gjaldsjavnamyndilin vísir, hvør gongdin verður á gjaldsjavnanum komandi árini, mett út frá verandi yvirskoti upp á gott 1 mia kr, tá ið støða er tikin til fortreyt viðvíkjandi útflutningsvøkstri, innflutningsvøkstri, rentu av ogn ella skuld uttanfyri Føroyar og stødd og áramál fyri minking av ríkisveitingunum.


Limirnir í búskaparnevndini eru ikki samdir um, hvussu stórum útflutnings- og innflutningsvøkstri roknast skal við framyvir. Ei heldur kunnu teir siga nakað um ríkisveitingarnar og altjóðarentuna. Hinvegin eru teir samdir um, at innflutningsvøksturin er ein stýringsparametur í fíggjarpolitikkinum, og við ymsum fortreytum viðvíkjandi útflutningsvøkstri, ríkisveitingum og rentu kunnu teir siga nakað um, hvussu fíggjarpolitikkurin eigur at ávirka innflutningsvøksturin, fyri at búskapurin upp á langt sigt ikki skal kollsigla.


Út frá einum risiko-sjónarhornið er helst rætt at føra ein búskaparpolitikk, har fortreytir, sum ikki kunnu ávirkast við búskaparpolitikkinum, verða ásettar "pessimistiskt"; tvs., at føroyingar eiga at føra ein búskaparpolitikk, har roknað verður við lutfallsligari skjótari niðurtrapping av blokkinum, lágari rentu av nettouttanlandaogn (ella høgari rentu av uttanlandaskuld), og lágum útflutningsvøkstri.


Semja er her um, at neyðugt er stýra soleiðis, at innflutningurin ikki veksur skjótari enn útflutningurin.


Vakstrarmyndilin vísir, hvussu tað almenna fær meiri inntøkur, so hvørt BTÚ (framleiðslan) veksur. Fortreytir her eru a) BTÚ-vøkstur, b) skattatrýst máta sum almennar inntøkur í % av BTÚ (ríkisveitingar ikki íroknað) og c) partur av meirinntøkum hjá tí almenna, sum kann fíggja minking um ríkisveitingini.


Myndilin vísir, at um eingin búskaparvøkstur verur komandi árini, so fær tað almenna við óbroyttum skattatrýstið ikki fleiri inntøkur, og kann minkandi ríkisveiting ikki fíggjast við meirinntøkum hjá landskassa og kommunum. Hetta er sjálvsagt.


Inntøkurnar hjá tí almenna í mun til BTÚ vóru í 1998 umleið 43%. Við hesum skattatrýsti vísir myndilin, at um miðalvøkstur í BTÚ komandi árini verður 2%, so vil hetta hava við sær, at inntøkurnar til tað almenna vaksa. Um helvt av hesum vøkstri verður "oyramerktur" til minking av blokkinum, so vísir roknistykkið, at 25 ár ganga, áðrenn blokkurin er minkaður niður í einki. Tað, at 1/2 av meirinntøkunum verður nýttur til niðurtrapping av blokkinum, svarar til, at ein upphædd svarandi til 1/5 av samlaða búskaparvøkstrinum verður nýttur til minkingina.


Búskaparnevndin er samd um, at um slík fortreyt viðvíkjandi búskaparvøkstri upp á 2% gerst galdandi í veruleikanum, so merkir hetta, at tað almenna fyri at fíggja minking av blokkinum, ikki hevur fyri neyðini at spara beinleiðis. Krav er hinvegin um, at tað almenna fremur lutfallsliga sparing, tvs., at almennar útreiðslur vaksa seinni, enn allur búskapurin. Hetta vil hava við sær, sum frá líður, at almenni sektorurin gerst lutfallsliga minni í mun til samlaða búskapin.


Vísast kann nú á, at ikki er realistiskt at hugsa sær, at føroyingar fáa eina skiftistíð upp á 25 ár, hvørki við ella fullveldi. Hetta hevur búskaparnevndin sum so ikki nakrað støðu til, tí her veldst millum annað um, hvørji úrslit spyrjast burturúr komandi samráðingum millum danskar og føroyskar myndugleikar. Førast kann tó fram, at tað almenna, sum er, hevur umleið 800-900 mió kr í yvirskotið. Um vit roknað 500 mió kr sum langtíðaryvirskot hjá tí almenna, vísir vakstramyndilin okkum, at hendan upphædd kann nýtast til at stytta um skiftistíðina niður í eini 15 ár.


Limirnir í búskaparnevndini eru ikki á einum máli um, hvørt fortreytin um miðal búskaparvøkstur upp á 2% er røtt at rokna við. Onkur metir, at hann framyvir eigur at setast til 1%, onkur til 3% ella hægri. Fyri ætlanina við myndlinum og heildina í búskaparálitinum er hetta tó ikki so avgerandi, tí endamálið fyrst og fremst hevur verið at evna til eitt amboð, sum fólk, ið hava áhuga fyri tí, sjálvi kunnu gera metingar um framtíðar búskaparvøkstur og tað rúm, sum slíkur møguliga kann bera í sær fyri minking av ríkisveitingunum.


Sjálvur meti eg ein miðal búskaparvøkstur upp á 2% verða eitt hóskandi boð, tá ið hugsað verur um søguligu og verandi gongd; bæði hjá Føroyum og øðrum londum. Hesi tøl eru lýst í talvuni niðanfyri. Áhugavert verður eisini at síggja, hvat útlendskir serfrøðingar (sonevndi Caragata-bólkurin), sum nú kanna menningarmøguleikarnar hjá føroyska vinnulívinum, fara at siga um hesi viðurskifti.


Triðji myndilin, Støðuginntøku-myndilin, er eitt amboð, ið gevur møguleika fyri at gera metingar um hvussu stór uppsparingin av ríkisveitingini - ella av møguligum oljuinntøkum - skal vera, um sleppast skal undan ógvusligum tillagingum, tá og um ríkisveitingin meira ella minni bráddliga hvørvur. Hugskotið stavar frá tjakinum í Noregi um statsliga oljugrunnin, og snýr seg millum annað um at finna fram til eitt mát fyri, hvussu nógvan pening í samband við oljuinntøkurnar rímiligt er at brúka ella spara upp, meðan inntøkurnar enn eru stórar fyri at tryggja støðuga búskapargongd nógv ár fram í tíð.


Nevndin er samd um, at jú størri vandin er fyri skjótari minking av ríkisveitingini, jú størri krav eigur at verða sett til yvirskotið hjá almennu kassunum, meðan ríkisveitingin enn er stór. Hinvegin: fæst full vissa fyri, at ríkisupphæddin verður verandi á núverandi støði, t.d. næstu 25-50 árini, so merkir hetta linari krøv til konsolidering av almenna sektorinum.


Búskaparpolitikkurin

Viðv. 4: Breið semja er í búskaparnevndini um, at líka mikið um ríkisveitingarnar vera verandi ella hvørva, so eiga føroyingar at byggja upp skipanir, sum tryggja langtíðaráhugamálini í búskaparpolitikkinum.


Eitt ógvuliga týdningarmikið mál er her at tryggja eina javna búskapargongd - at bera so í bandi, at búskaparligu sveiggini ikki gerast ov stór. Útjavning av hesum sveiggjum er at kalla eitt mál í sær sjálvum, tí tað, føroyingar hava mist í framleiðslu seinastu ártíggjuni av vánaligari konjunkturstýring kann í krónum metast at hava kosta milliardir. Afturat hesum skulu roknast sosialir kostnaðir stavandi frá arbeiðsloysi, búskaparligum ótryggleika, fráflyting, tilvildarligum virðistapi í samband við húsagang o.s. fr.


Dømini um stutt-tíðar áhugamál av týdningi fyri búskaparpolitikkin eru nógv. Vit eru uttan iva nógv, sum ynskja lægri skatt, hægri løn og betri almennar tænastur. Eri eg vinnulívsmaður, so kann vera, at eg meti at júst mítt virki eigur at fáa almennan studning. Eri eg kommunupolitikkari, so ynski eg eina kappingarføra kommunu - at vegir og tunnlar til mína kommunu verða gjørdir skjótt og væl. Á ymsan hátt enda hesi áhugamál sum trýst á landsstýrið og løgtingið, sum mannað eru av fólki, sum royna at gera okkum veljarar nøgdar.


Øll munnu vit tó eisini hava langtíðaráhugamál. Vit ynskja javna búskapargongd, at uppsparingin hjá okkum ikki verður etin upp av inflatión í samband við ov stóra búskaparferð, at náttúrutilfeingið ikki verður troytt ov nógv, o.s.fr. Trupuleikin er, at hesi áhugamál ikki eru nóg væl tryggjaði í samfelagsskipan okkara. Vandi er fyri, at langtíðaráhugamálini ikki í nóg stóran mun virka sum mótvekt til stutttíðaráhugamál okkara, tá ið stórar búskaparpolitiskar avgerðir verða tiknar, eitt nú í samband við fíggjarlógina.


Búskaparnevndin hevur víst á, at týðandi ábøtur, sum betur tryggja langtíðaráhugamálini, eru framdar seinastu árini; men í mun til onnur lond eru vit eftirbátar. Búskaparnevndin hevur tí mælt til at gera ávísar skipanir, mannagongdir og stovnar á hesum øki.


Betri mannagongdir í samband við fíggjarlógartilgongdina, gjøgnumskygni í búskaparpolitikkinum, betri virkandi fíggjarmarknaðir og stovnan av búskapargrunni (við norska oljugrunninum sum fyrimynd) eru í hesum føri tiltøk, sum føroyingar eiga at virka fyri, um málið um ein sjálvberandi búskap skal gerast veruleiki.



Jonhard Eliasen

(limur í búskaparbólkinum)




Búskaparvøkstur


Miðal-

vøksturMiðal-

vøksturMiðal-

vøksturMiðal-

vøksturFram-

skriving

67-7677-8788-9795-99959697989900

Føroyar4,45,8-1,87,010,28,24,86,06,05,5

Danmark3,22,12,12,83,03,33,12,91,62,0

Noreg4,33,53,03,13,84,94,32,10,62,6

Ísland4,84,91,64,41,05,65,45,05,14,8

Svøríki3,21,81,22,53,91,31,82,92,42,8

Finnland4,53,21,74,33,94,15,54,73,33,6

Smá lond í OECD4,72,63,33,32,93,94,42,72,83,3

Stór lond í OECD3,92,92,52,52,33,23,32,32,22,1

OECD-lond í alt4,02,82,72,72,13,03,02,22,11,7

Viðmerking: Búskaparvøkstur er roknaður sum real-vøkstur í bruttotjóðarúrtøku í %.

Kelda: OECD, Economic Outlook, juni 1999. Tøl viðvíkjandi Føroyum eru úr EMFI-dátu-

grunninum hjá Magna Laksáfoss; tøl viðv. Føroyum fyri árini 1998-2000 eru úr búskaparmyndlinum

hjá Landsbanka Føroya.