Jonn heldur fram í Klaksvík

Hóast hann hevur verið nógv skaðaplágaður, so fer framrættaði maðurin við góða máltevinum eisini at royna seg millum meistararnar tvey tey næstu árini

Jonn Johannesen og KÍ hava skrivað undir uppá, at framrættaði spælarin heldur fram í KÍ – í hvussu so er til kappingarlok 2025. Tað boðar KÍ frá í dag.

 

KÍ skrivar soleiðis:

 

Tað er við gleði at vit kunnu kunngera at okkara egni Jonn Johannessen hevur longt við felagið í 2 ár. 

 

Hann hevur ikki verið nógv at sæð síðsta árið vegna drúgvan skaða! Í heyst varð hann skurðviðgjørdur og er nú undir uppvenjing og letur væl at!

 

Vit vænta og vóna, at hann verður ein virðismikil partur og liðnum tá kappingin byrjar aftur komandi vár. 

Hóast sín unga aldur hevur hann drúgvar royndir í altjóðadystum bæði á U21-landsliðnum og í UEFA-dystum hjá KÍ, skrivar KÍ í dag.

 

Jonn Johannesen var síðsta kappingarár við í fýra landskappingardystum í bestu deildini og tveimum dystum í europeisku meistarakappingini. Hann varð skiftur inn í øllum dystunum, og mest avgerandi leikluturin hjá honum var, tá ið hann skoraði einasta málið á besta liðnum í 2023.

 

Tað var sunnudagin 30. apríl, tá ið KÍ vitjaði B36. Tíggju minuttir undan leikloki, tá ið støðan var 2-2, varð Jonn Johannesen skiftur inn, og táið klokkan var farin meiri enn fýra minuttir út um vanligu leiktíðina, skoraði hann 3-2 sigursmálið fyri KÍ.

 

Eftir dystarlok henda dagin vísti tað seg, at Jonn hevði brotið bein í fótinum. Hann var ikki á vøllinum aftur fyrr enn 2. august, men var framvegis skaðaplágaður fram til kappingarlok. Nú er hann komin fyri seg og fyrireikar seg saman við liðfeløgunum til næstu uppgávurnar.

 

Higartil hevur 21 ára gamli Jonn Johannesen spælt 93 landskappingardystir í bestu deildini og skorað 20 mál. Í altjóða dystum hevur hann verið 12 ferðir á KÍ liðnum. Hann hevur spælt níggju ferðir á U21 landsliðnum og hevur skorað trý mál.