Journalistur 6,5 ára fongsul í Russlandi

Ein dómstólur í Russlandi hevur dømt ein amerikanskan-russiskan journalist 6,5 ára fongsulsrevsing fyri at hava brotið hernaðarligan sensur, sigur dómstólurin.

Amerikanska-russiska tíðndakvinnan Alsu Kurmasheva, sum arbeiðir hjá amerikanskt fíggjaða Radio Free Europe/Radio Liberty (RFE/RL), varð mánadagin dømd 6,5 ára fongsulsrevsing av einum russiskum dómstóli. - Mynd: Uncredited/Ritzau Scanpix

Alsou Kurmasheva arbeiðir fyri Radio Free Europe/Radio Liberty (RFE/RL), sum er fíggjað av USA.

Sambært AP kallar Stephen Capus, leiðari fyri Radio Free Europe/Radio Liberty, dómin "eina háðan ímóti rættartrygdini".

Hon hevur verið í varðhaldi í russiska økinum Tatarstan síðani 18. oktober 2023.

Hon varð í fyrsta umfari funnin sekur í ikki at vísa, at hon hevur amerikanskt pass. Tað skalt tú í Russlandi.

Hon hevur síðani ikki megnað at skrásett seg sum "útlendskur agentur", sum Russland krevur av útlendskum miðlum.

Hon noktar seg seka.

/ritzau/Reuters