KÍ er heilt illa spert

Tað resta sjey umfør av landskappingini, og eftir dystirnar í kvøld hevur EB/Streymur styrkt um sína støðu í toppinum.

Undan dystunum í kvøld var EB/Streymur átta stig frammanfyri B36. Nú er EB/Streymur tíggju stig frammanfyri NSÍ.

B36 og Víkingur vóru eftir vikuskiftið á silvur og bronsuplássunum. Bæði liðini taptu í kvøld, og tá ið bæði NSÍ og HB vunnu, eru tað hesi bæði, sum nú eru tey næstu aftaná EB/Streym.

Bæði B68 og ÍF vunnu fulla úrtøku, og harvið tóku tey seg longri frá niðurflytingarstrikuni.

Botnliðini, Skála og B71, taptu og eru tískil framvegis á niðurflytingarplássunum. Bjargingarmøguleikin hjá hesum báðum er nú fyrst og fremst KÍ. Klaksvíkingar taptu 4-2 í Streymnesi, og mánakvøldið verður botngysari, tá ið klaksvíkingar fara at vitja á Skála.

 

Úrslitini í kvøld

ÍF-B36 1-0 (1-0)

NSÍ-B71 3-0 (2-0)

EB/Streymur-KÍ 4-2 (1-0)

HB-Skála 6-1 (2-0)

Víkingur-B68 0-1 (0-0)

 

Støðan eftir 20 umfør

EB/Streymur 44

NSÍ 34

HB og B36 33

Víkingur 32

B68 26

ÍF 23

KÍ 21

B71 18

Skála 15

 

21. umfar

31. august

Víkingur-B36

NSÍ-ÍF

EB/Streymur-B68

HB-B71

Skála-KÍ (mánadagin 1. september)