KÍF fór frá

Kollfirðingar vunnu við 11 málum á botnliðnum. Nærmastu kappingarneytarnir fingu ikki fult, og KÍF fór tískil frá í stríðnum um finalupláss

KÍF, nummar tvey, er nú fimm stig framman fyri nummar Kyndil, sum er nummar trý.
Í so máta var talan um eitt væleydnað vikuskifti hjá kollfirðingum. Teir fingu ikki stórvegis mótstøðu, tá Team Klaksvík vitjaði. KÍF hevði kós móti sigrinum beinanvegin, og botnliðið hótti ongantíð.
Kollfirðingar kundu hinvegin dúva uppá, at VÍF og Kyndil, sum togast við KÍF um annað finaluplássi, snávaðu. Tað gjørdu tey. Kollfirðingar øktu sostatt um fjarðstøðuna niður til hini liðini.

Trygvason var toppskjútti
Team Klaksvík fekk fyrsta málið, tá seks minuttir vóru spældir í gjár. Tá hevði heimaliðið skotið fimm mál, og gestirnir runnu aftaná frá fyrsta bríksli.
Jákup Trygvason gekk undan hjá KÍF í gjár. Hann var tryggur, tá hann hevði møguleikan at skjóta. Hann fekk 10 mál í alt.



KÍF – Team Klaksvík 37-26 (18-12)
Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen
10 min.: 7-2
20 min.: 11-6
40 min.: 21-15
50 min.: 27-20
KÍF: Jákup Trygvason 10, Arnbjørn Hansen 6, Niklas Reginsson 5, Ingi Johannesen 5, Suni Johannesen 3, Teitur Joensen 2, Hans Eli Sigurbjørnson 2, Agnar Joensen 2, Arnar Dam, Pætur Johannesen 1.
Team Klaksvík: Hanus Norðberg 9, Jón Jacobsen 4, Sámal T. Olsen 3, Steffan Kalsø 3, Dánjal Kjærbo 3, Mathias Samuelsen 2, Beinur Heðinsson 1, Andrias Ellingsgaard 1.
Útvísingar: KÍF 4 – Team Klaksvík 6