KÍF framvegis sørir

Kyndil-KÍF 26-23 (14-8)

Hóast teir stríddust væl, so megnaði KÍF ikki taka nakað frá Kyndli í dag. Eftir ein fyrra hálvleik, har vertirnir høvdu tamarhald á tí mesta, hóttu gestirnir annars fleiri ferðir eftir steðgin.

Støðug mistøk gjørdu tó, at teir bert megnaðu at koma upp á javnleik ta einu ferðina, men hóast teir onkra løtu eftir hetta høvdu yvirtalsstøðu, so megnaðu teir ikki at gera sær dælt.

Fyri Kyndil skeyt Hans Áki Dal-Christiansen 9 mál. Damir Oros skoraði 8 ferðir fyri KÍF.