KÍF tók ikki av møguleikanum móti VÍF

Kyndil er í hálvfinaluni hóast enn ein ósigur móti Neistanum - Øll hálvfinaluliðini eru funnin

Neistin endurtók í dag steypasigurin fyri tveimum vikum síðani, við einum sigri á 32-27 móti Kyndli.

Hetta vóru sera góð tíðindi, tí KÍF kundi fara fram um Kyndil á stigatalvuni fyribils, um tað fór at eydnast kollfirðingum at basa VÍF í Kollafirði.

 

KÍF ætlaði sær sanniliga eisini at taka av, og tað lá væl fyri við málskjótingini í fyrra hálvleiki.

Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki øktu kollfirðingar um munin, og tá ið Hans Eli Sigurbjørnsson setti eitt brotskast í netið gjørdi hann hálvleiksstøðuna til 17-14 til KÍF.

 

Kollfirðingar kundu sanniliga fegnast um at hava fingið heili 17 mál í fyrra hálvleiki, men hetta fingu teir als ikki bygt á í seinnu hálvu.

Eftir 14 minuttir av seinna hálvleiki gjørdist støðan 17-17, áðrenn KÍF fekk sítt fyrsta mál løtu seinni.

Tað leikaði javnt á til einir tíggju minuttir restaðu í, og so fór VÍF av sonnum at renna undan.

 

Tá ið avtornaði hevði KÍF bert fingið fimm mál í seinna hálvleiki, og so endaði dysturin við sigri upp á 22-28 til VÍF.

 

Úrslitið merkir at nú kann KÍF ikki røkka fjórða plássinum longur, og tí er greitt at VÍF, Neistin, H71 og Kyndil spæla hálvfinalurnar.

Kappingin er nú um fremsta plássið í kappingini, ið gevur loyvi at velja sær mótstøðuliðið í hálvfinalunum. Neistin liggur best fyri í hesari kapping.

 

VÍF, Neistin og H71 kappast um hetta plássið.

Neistin og VÍF hittast næsta sunnudag í Havn, meðan H71 tekur ímóti Team Klaksvík. Vinnur Neistin, tryggja steypavinnararnir fremsta plássið. Vinna VÍF og H71 hinvegin sínar dystir, so enda øll liðini á 25 stigum, og so verður tað innanhýsis málúrtøka millum tey trý, ið ger av hvør fær fremsta plássið.

 

Okkaradeildin:

Neistin - Kyndil 32-27 (13-15)

Málskjúttar hjá Neistanum: Rasmus Søby 8, Tróndur MIkkelsen 6, Tróndur Kragesteen 5, Herbjørn Lava 4, Dánjal Ragnarsson 2, Torkil Mørk Hentze 2, Karl Martin Olsen 1, Pál Niclasen 1, Jónsvein Dulavík 1

Málskjúttar hjá Kyndli: Tummas Pauli Hanusarson 7, David Edvardsen 5, Hjalti Mohr Jacobsen 4, John í Innistovu 4, Bartal Klein Olsen 3, Rógvi Dal Christiansen 2,  Høgni Klein Olsen 1

 

KÍF - VÍF 22-28 (14-17)

Málskjúttar hjá KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 12, Borko Cupara 3, Atli L. Hammer 2, Teitur Joensen 2, Rúni Joensen 2, Joakim Jürs 1

VÍF: Filip Jojic 14, Andrias Eriksen 5, Julian Olsen 4, Bjarti Hansen 3, Rúni Joensen 1 og Jákup Andreas Joensen 1

 

H71 - StÍF 27-18 (14-9)

Málskjúttar hjá H71: Rúni Vest Højgaard 6, Leivur Mortensen 5, Vilhelm Poulsen 4, Pætur Thomsen 3, Djóni Gaard Joensen 3, Hans Kári Hansen 2, Brandur Halgirsson 2, Niklas Hanusarson 1, Ári Dam 1

Málskjúttar hjá StÍF: Pætur Johansen 6, Rani A. Højgaard 5, Pætur Ó. Barclay 4, Dávid Danielsen 1, Djóni J. Petersen 1, Jógvan G. Joensen 1