KÍ fann klæðini aftur

Eftir at teir vórðu fullkomuliga úrlætnir í Havn, var støðan ein heilt onnur á Skála. KÍ er ílætið bæði pulshosum, dýnujakka og langum undirbuksum undan seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið

Fótbóltur

Tað var ein dreymabyrjan, sum klaksvíkingar fingu á Skála í kvøld. Eftir bara seks minuttum hevði Símun Joensen stúta klaksvíkingar framum, og tá Paul Clapson sjey minuttir seinni sendi næsta bóltin í Skála-málið eftir sera vakurt álop, lá finaluluttøkan at kalla beint til høgra beinið.

Skuldu vaskast
Framúr byrjanin hjá KÍ var kanska úrslit av avsmurninginum, sum liðið var fyri í Gundadali sunnudagin. Í øllum førum tóktist tað, sum vóru menn heilt uppi í snúningum, nú stóra eyðmýkingin móti arvafíggindunum skuldi vaskast burtur.
Júst tann reaktiónin var uttan iva væntandi, og tí kundi tað undra, at vertirnir ikki vóru klárari enn tað sama, nú KÍ kom buldrandi við 200 km/t ferð. Ikki tí. Skála hevði kanska verið liðið, sum hevði bóltin meira hesa fyrstu løtuna, men tað var munur á, hvør vilji og intensitetur var í spælinum, tá liðini hvør í sínum lagi høvdu vunnið bóltin.
Skelkurin varð tó sodnaður so líðandi, og Skála tók so við og við alt meira yvir á vøllinum. Hugburðurin gjørdist sum fráleið alt betri, og meðan gestirnir dúvaðu upp á kontra, trýsti Skála av øllum alvi fyri málinum, sum aftur kundi skapa spenning.
At KÍ so samstundis fall í klassisku felluna at detta ov langt aftur, gjørdi ivaleyst eisini støðuna spentari enn neyðugt. Hóast teir ta einu ferðina høvdu góðan kontra-møguleika, so var tað ein stórur trupulleiki hjá KÍ, at liðið sakk somikið djúpt. Snøgt sagt, so var vegurin niðan eftir vøllinum ov langur í kontra-fasuni, og tí gjørdist talan mest sum einvegis ferðslu seinasta korterið unndan steðginum.

Liðavrik
Við at hvør maður alla tíðina gav alt fyri liðið, eydnaðist tó at hóra undan trýstinum, og eftir steðgin tóktist greitt, hvar sigurin skuldi enda. Tony Paris hevði snarað knarvanum á liðnum somikið, at KÍ nú í nógv størri mun megnaði at standa rætt, heldur enn at klumpa seg í brotsteiginum. Og tá Skála í steðginum hevði skifti Paula G. Hansen út, misti teirra miðvøllur samstundis stóran part av momentinum, sum støðugt hevði trýst bóltin á KÍ-hálvuna.
Gaman í vóru klaksvíkingar fyri tað nógva framvegis í verjustøðu. Men í mun til fyrra hálvleik, stóð slagið nú væl longur uppi á vøllinum. Símun Joensen, Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjuni arbeiddu við stórari orku, og samstundis gav tað meira frið yvir spælið, at garvaði og bólttryggi Christian Lundberg nú varð trektur longur aftur á vøllin.
Og við at flyta liðið hesar 10-15 metrarnar longur niðan, vóru fortreytirnar til kontra-spælið nú eisini munandi betri. Ofta skuldi bara ein ella tvær sendingar til, áðrenn KÍ hótti mótstøðumáið, og eitt mál til 0-3 var nú eins upplagt, sum eitt til 2-1 var tað.
Triða málið kom tó ikki, fyrr enn 10 minuttir undan leikloki, tá Hjalgrím Elttør setti krúllin á enn eitt vakurt kontra. Kanska eisini hóskandi, tí sami Elttør mundi við góðari grund kenna seg snýttan, tá hann ikki fekk brotsspark, tá hann rann langa sending upp, áðrenn hann inni í brotsteiginum varð sópaður niður aftanífrá.

Europa er heilt nær
0-3- á heimavølli ber uttan iva við sær, at Skála er at kalla liðugt í steypakappingini. Og upp á sín hátt merkir tað eisini, at tað nú helst er so sum so við motivatiónini tað, sum eftir er av kappingarárinum sum heild. Sjálvandi skal skinnið ikki seljast, fyrr enn bjørnin er skotin, og tað eru helst fáir klaksvíkingar, sum vilja kanna sær bitan longu nú, soleiðis sum KÍ-avrikini á heimavølli hava sveiggjað. Hesa ferð er tó eingin stevna ella festivalur, sum kann spilla spælið í so máta, og við úrslitinum í hinari hálvfinaluni í huga, er lítið at ivast í, at bara finaluplássið í sjálvum sær er ein heilt stór gularót. Hetta kann nevnliga vísa seg um »fríbillett« út í Europa, um EB/Streymur megnar at halda fast um sín fyrimun.