KÍ flutti upp í aðru deild

Eftir at fyrri upp- og niðurflytignardysturin millum KÍ og B36 endaði við teprum 2-1 heimasigri, var stórur spenningur undan seinna dystinum.
Tann munin hevði B36 javnað eftir bara fimm minuttum í dag, men hóast teir soleiðis áttu fyrimunin, so megnaðu teir ikki at halda fast.
KÍ javnaði fyri steðgin, og eina lítla løtu í seinna hálvleiki gekk heilt galið. KÍ kom tá upp á 4-1, og hóast bæði liðini fingu eitt mál hvør eftir hetta, so broytti tað ikki veruleikan. Nevnliga at KÍ vann samlaðu uppgerðina.

B36-KÍ 2-5 (1-1)
KÍ í aðru deild við samanlagt 7-3.