KÍ-GÍ


Næstbestu klaksvíkingar vóru klárt betri enn veika GÍ-liðið, sum til tíðir varð spælt niður á vøllinum í Klaksvík


 

2. deild


Næstbesta liðið hjá KÍ hevur fingið góða byrjan í ár, og leygardagin vunnu teir sannførandi sigur á næstbestu gøtumonnunum.

Til tíðir var stórur munur á liðunum, og klaksvíkingar spældu bæði ágangandi og við hugflogi. Rógvi Laksáfoss stýrdi spælinum væl á miðvøllinum, Rúni Elttør og John Havn bjóðaðu av í síðunum, og í álopinum lógu Olgar Danielsen, Erling Fles og Leon Bjartalíð allatíðina framvið.

KÍ var á odda 2-0 í hálvleikinum, og hesi málini hjá klaksvíkingum skoraðu Rúni Elttør og Leo Bjartalíð. Gøtumenn komu onkuntíð fram við, men langt var ímillum veruliga atsøknirnar hjá teimum.

Heimaliðið sat fullkomiliga á dystinum í seinna hálvleiki. Tær ferðirnar Kaj Ennigarð og hinar álopssinaðu gøtumenninir lupu á, vórðu teir steðgaðir av tryggu KÍ-verjuni. Einu ferðina endaði ein vandamikil støða við, at Poul Juul Vilhelmsen stútaði til hornaspark, men tað var tað nærmasta gøtumenn komu í seinna hálvleiki.

Hinvegin skolaðu álopini á GÍ-málið, og hevði GÍ-málverjin ikki verið so tryggur, tá hann legði uppí, høvdu fleiri mál skjótt kunna spurt burturúr.


Olgar á blettinum

KÍ-liðið hekk saman sum ein eind, spælararnir vóru tryggir við bóltinum, teir fluttu seg væl, og so vóru tað nógvir sum tordu at bjóða av. Skjótleikin var eisini eyðsýndur hjá fleiri av spælarunum, og tað hevði eisini við sær kjansir.

Álopsveteranurin hjá KÍ, Olgar Danielsen, legði KÍ fram um 3-0, tá hann varð spældur leysur í vinstru, hann tamdi, og sendi síðani flatt fram við málverjanum.

Seinasta málið í dystinum gjørdi Erling Fles, sum hevur spælt fleiri dystir á 1. liði í ár. Hann var skjótur avstað í høgru, og hóast vinkulin gjørdist spískur, fór bóltin í málið, tá hann smekkaði til úr stuttari fjarstøðu.

KÍ hevur ikki tapt fyrstu tríggjar dystirnar í ár, og tað er góð byrjan hjá KÍ-liðnum, sum hevði eina stak vánaliga fyrru hálvu í fjør. Nú er møguleikin til staðar fyri at halda seg í rætta endanum alt kappingarárið. Gøtumenn hava hinvegin einki stig fingið eftir fyrstu tríggjar dystirnar.


KÍ-GÍ 4-0 (2-0)

1-0: Leon Bjartalíð

2-0: Rúni Elttør

3-0: Olgar Danielsen

4-0: Erling Fles