KÍ kiksaði enn eina ferð

B36 fór við øllum, eftir at Tróndur Vatnhamar hevði bjargað brotssparki frá Hjalgími Elttør

Verður tað eitt stríð fyri at sleppa burtur úr botninum. Tað var spurningurin, sum klaksvíkingar kundu seta sær sjálvum, eftir at teir høvdu verið vitni til fyrsta heimadystin í landskappingini í ár. Teirra lið hevði tapt. Teir hildu, at tað var gott, at tapið var ímóti B36, og at tað ikki hevði verið ímóti Skála. Tað hevði ikki verið at borið. Um tapið ímóti B36 verður at bera, valdast sjálvandi um, hvussu tað fer at tørna út komandi vikurnar.
Nú hevur KÍ tapt tríggjar ferðir á rað í bólkaumfarinum í steypakappingini, teir taptu síðsta sunnudag venjingardyst ímóti LÍF, og so taptu teir ímóti B36.
At tað ikki hevur hilnast, sum tað varð vónað og kanska eisini roknað við, tá tilfarið verður havt í huga, hevur havt við sær, at Kurt Mørkøre hevur gjørt royndir, og uppstillingin hesa ferð boðaði frá, at tað framvegis verður eksperimenterað. Hesa ferð var Ove Nysted fluttur úr miðverjuni og fram í álopið, meðan Alexander Djordjevic, sum bara hevur verið álopsspælari, síðani hann kom henda vegin fyri einum ári síðani, var miðverji. Og so var Harley Bertholdsen ikki í høgra, men í vinstra borði.
Alexander Djordjevic varð kosin besti KÍ spælarin, men hann var uppií, tá B36 fekk einasta málið í 1. hálvleiki. Hann royndi at spæla fram eftir miðásinum og á Hjalgrím Elttør, men John Petersen kom ímillum og lyfti inn um KÍ verjuni til Jákup á Borg, sum skoraði.

Endurtøkur
Tá B36 vann FM í fjør hevði tað stóran týdning, at teir fingu alt, tá teir í 16. umfarinum vóru í Klaksvík. Ta ferðina vóru tað Egil Zachariassen og John Petersen, sum skoraði málini í 2?1 sigrinum.
Egil og John vóru aftur málskjúttar fyri B36 hesa ferð, men fyrst javnaði KÍ miðskeiðis í 2. hálvleiki. Innleggið kom úr høgru, og Heðin á Lakjuni, sendi úr sjey metrum við høvdinum upp í hornið aftanfyri gamla liðfelagan, Trónd Vatnhamar.
Eitt sera vakurt mál frá Heðini, sum longu í 1. hálvleiki sendi bóltin í málið. Hann varð við diagonalbólti úr høgru spældur púra leysur, streyk ímóti málinum og skoraði, men dómarin bríkslaði fyri rangstøðu. Allan Mørkøre, sum var passivur í høgru, var í rangstøðu. Tað vóru klaksvíkingar ikki glaðir fyri.
Egil Zachariassen stútaði B36 upp á 2?1. Magni á Lakjuni legði fríspark innfyri úr høgru, og miðverjin stóð púra einsamallur, tá hann setti krúllin undir bóltin.
John Petersen skoraði eisini við høvdinum. Bárður Mortansson, sum varð innskiftur eftir steðgin, legði innfyri, og aftanfyri handara stólpan setti John høvdið undir bóltin, sum í boga sigldi omanfyri málverjan.

KÍ trýst
Klaksvíkingar góvu ikki skarvin yvir, hóast støðan var 3?1. Bárður á Lakjuni varð skiftur inn. Hann hevði eina góða roynd dygst við síðuna av stólpanum, og so fekk hann brotsspark, tá Egil Zacharissen nært beinini hjá honum.
Hjalgrím Elttør, sum hesa ferð var sentralur miðvallari, sendi úr ellivu metrum til høgru fyri seg sjálvan, men Tróndur Vatnhamar lá flatur og bjargaði frágera væl.
Kurt Mørkøre skifti seg sjálvan inn fyri Allan Mørkøre, sum var álopsspælari og hevði havt fleiri góðar royndir, og Kurt átti sín lut í síðsta málinum. Hann tamdi við bringuni til Ova Nysted, sum heilfluktaði framvið B36 málverjanum. KÍ trýsti síðstu løtuna, men B36 reið stormin av.

Stóðu royndina
B36 sigurin var kærkomin. Eftir lúsingin í fjórðingsfinaluni í steypakappingini ímóti HB høvdu B36 menninir brúk fyri staðfesting av, at tað ikki stóð heilt illa til.
Uppstillingin var eitt sindur øðrvísi, enn hon plagar at vera, og tað riggaði væl. KÍ var ágangandi, men B36 hevði kanska betri tak á spælinum. John Petersen og Jákup á Borg arbeiddu væl á miðvøllinum, og teir vóru støðugt vandamiklir stuðlar hjá Áka Mørk, sum var einsamallur á toppinum.
Arnbjørn Danielsen var í útgangsstøðuni í høgra verjuborði, har setningurin var at steðga Heðini á Lakjuni. Tá Heðin eftir steðgin varð settur í høgru, býttu Magni á Lakjuni og Arnbjørn Danielsen um pláss, og hóast Heðin alla tíðina var ein støðug hóttan, so greiddi Arnbjørn sín setning væl.
B36 hevði undan kappingarbyrjan bæði FM heitið og steypasigurin at verja. Tað er longu greitt, at teir fara ikki at verja steypasigurin. Um teir fara at verja FM heitið valdast um, hvussu tað fer at skerjast tær næstu seytjan ferðirnar í landskappingini. Men sigurin í Klaksvík var góður botnur at sláa undir.
KÍ droymdi undan kappingarbyrjan um at vera við, har tað gongur fyri seg. Teir sleppa ikki í ólavsøkufinaluna, sum teir vóru annar parturin av í fjør. Tapið ímóti B36 ger, at klaksvíkingar mugu hugsa um at koma á talvuna, áðrenn teir fara at droyma stórar dreymar.
KÍ: Meinhardt Joensen ? Erling Fles, Alexander Djordjevic, Allan Joensen, Harley Bertholdsen ? Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Jan Joensen, Heðin á Lakjuni ? Allan Mørkøre, Ove Nysted
B36: Tróndur Vatnhamar ? Arnbjørn Danieslen, Fróði Clementsen, Egil Zachariassen, Jens Kristian Hansen, Magni á Lakjuni ? Jákup á Borg, Din Sandu, Kenneth Jacobsen, John Petersen ? Áki Mørk