Fótbóltur: Landskappingin í 1. deild hjá kvinnum fer av bakkastokki í morgin, og lítið man vera at ivast í, at KÍ, sum hevur vunnið FM síðstu 10 árini, enn eina ferð er favorittur. Og skal nakar bjóða teimum av, bendir alt á, at tað aftur í ár verða steypa- og silvurvinnararnir frá í fjør, AB.
Í fyrsta umfarinum tekur KÍ ímóti uppflytarunum úr MB, AB spælir heima ímóti EB/Streymi, og bronsuvinnarin í fjør, Víkingur, tekur ímóti Skála.