Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at avtalan við Pætur Clementsen er galdandi fram til endan av næsta kappingarári. - Vit mugu fáa hugburðin burtur, at fótbóltur einans er ein hálvárs ítrótt. Fótbóltur í dag er ein heilársítrótt, og tað mugu vit eisini venja tey ungu við, sigur Pætur Clementsen.