KÍ og Brøndby hava fótbóltsskúla

Seinnu árini hevur KÍ skipað fyri fótbóltsskúla, har útlendskir venjarar hava verið høvuðsvenjarar. Soleiðis verður aftur í ár. KÍ hevur sín fótbóltsskúla í Klaksvík í døgunum 14. og 15 august. Hesaferð samstarvar KÍ við danska felagið Brøndby um fótbóltsskúlan, og høvuðsvenjari á skúlanum verður John Ranum, sum erin royndur ungdómsvenjari í Brøndby. Hann hevur vant nógvar av stjørnunum, sum eru komnar úr Brøndby – millum annað Daniel Agger, Thomas Kahlenberg og aðrar. Meira ber til at frætta um KÍ fótbóltsskúlan á heimasíðuni hjá KÍ – www.ki.fo