Í Norðurírlandi hevur ríkisákærin slept ákæruni ímóti einum fyrrverandi bankamanni, sum var undir illgruna fyri at hava arbeitt saman við nøkrum ránsmonnum, sum rændu 26,5 milliónir bretsk pund úr einum banka í Belfast í desember í 2004.
Tá var hetta tað størsta bankarán nakrantíð, sigur BBC.
Chris Ward arbeiddi í Northern Bank í Belfast, tá bankin bleiv rændur, og hann varð lagdur undir at hava hjálpt ránsmonnunum.
Men Ward helt uppá, at hann bleiv noyddur til at hjálpa ránsmonnunum og vísti á, at teir høvdu hótt við at beina fyri bæði honum, konuni og børnunum, um hann ikki hjálpti teimum.
Verjin hjá Chris Ward siugur, at teir fara nú at fyrireika endurgjaldskrav ímóti myndugleikunum.