Sum smádrongur kom eg víða um í Fuglafirði, og var eg vælkomin allar staðir. Saman við Mourits var eg ofta í smiðjuni Meka, har pápi hansara, Esmar, var smiðjumeistari. Við Jógvani var eg ofta norðuri á Bakka hjá Astrid, ommu hansara, sum vit bert kallaðu Bakk-omma.
Har var hugnaligt og lívligt grannalag við Nicolinu og Mallu sum nærmastu grannar – hønurnar hugnaðu sær í túninum og gingu út og inn, sum teimum lysti.
Niðanfyri vóru húsini hjá Alexander, ein klippistova, eitt seyðahús úr beton, smiðjan Meka og so húsini hjá bedingsmeistaranum Høgna og norðast húsini hjá Theodor.
Marta og Høgni Zachariassen áttu Óla, Leiv, Kára og Fríðgerð. Óli og Leivur vóru nógv burtur - lósu í Danmark, meðan Kári lærdi í smiðjuni, og Fríðgerð arbeiddi á skrivstovu.
Kona Theodor, Hanna, bleiv sjúk av liðagikt fyrst í sekstiárunum. Men vegna góða grannalagið millum hesi húsini kendist umsorganin fyri Hannu fløvandi, og tíðin ikki so svár, tá ið Marta ofta rætti eina hjálpandi hond – eisini tí at Theodor var nógv burtur við skipi, seinnu árini við Ólavi Halga.
Í míni tíð var bert Frits í hesum húsi, og gekk hann tá á læraraskúla í Havn. Eldra systirin, Mathilda, var gift við Arnold og flutt út.
Úr hesum virðiligu heimum, har æran var teirra mið, komu Kári og Frits at hava stóran týdning fyri uppvøkstur mín og læru á hvør sín hátt, sum eg eri takksamur fyri. Kári á tí handaliga, Frits á tí mentanarliga økinum.
Sum sagt fór Kári í læru í smiðjuni, Meka, har hann hevði góða hegnið við sær heimanifrá. Hann lærdi handverkið og ognaði sær handalagið. Hann lærdi at vera nærlagdur og vælgerin, so at eingin skuldi kunna seta fingur á tað, hann hevði gjørt. Hann var dugnaligur og kvikur og hevði altíð eina loysn á torførastu uppgávum. Kári hevði eitt lætt sinni, var jaligur og vann hann sær mangar vinir.
Vit báðir Mourits komu ofta í smiðjuna, har Sigurð, Sámal Petur, Margeir, Edmund, Gordon og allir hinir menninir saman við Kára tóku væl ímóti okkum. Ja, teir vóru okkara fyrimyndir. Kári eina mest, tí hann var serliga fyrikomandi og fittur, men eisini tí hann hevði ein sera vakran og væl hildnan svartan Morris – altíð blankur og væl pussaður.
Hálvvaksnir plagdu vit at koyra við Kára út á Glyvra Bio at hyggja at filmum. Og so hevði hann eina lítla mynd av eini vakrari damu við høgum myrkum hári í lítlari vakrari rammu á instrumentbrettinum við radioið. Henda daman gjørdist seinni kona hansara, Signhild, sum hann var sera góður við, helt nógv av og hevði stóra virðing fyri.
Tá ið Kári hevði arbeitt eina tíð í smiðjuni, fór hann at koyra lastbil hjá Sigfríð Vørðhamar. Har hittust vit aftur sum bilførarar, og gjørdi hann sær ómak at leggja mær lag á og koma við vinarligum og góðum ráðum, um hvussu man gjørdi hetta og hatta.
Nøkur ár seinni keypti hann sær egnan kranabil og byrjaði sítt egna virki. Bilarnir hjá Kára vóru framúr væl hildnir. Tá ið hann kom aftur á básin, sum hann kallaði tað, fór hann altíð runt um bilin at hyggja, um nakað var at taka hond í.
Einki fekk loyvi at liggja ógjørt og órøkt. Tað var altíð okkurt at taka hond í, og sá hann stórt í, at alt virkaði til fulnar, at eingin pera manglaði, at allir spruttlapparnir vóru heilir og beinir, at stólparnir í lastini vóru restir, at kranin hevði tað gott, at allir smyrjikopparnir vóru fyltir – eingin skuldi kunna seta fingur á nakað.
Kári var fyrimyndarligur í øllum, arbeiðsamur, nærlagdur, dugnaligur og ærukærur. Hann loysti stundum størri uppgávur, enn hann hevði amboð til. Men hann dugdi at leggja til rættis, soleiðis at hann loysti ov stórar uppgávur hegnisliga og lætt.
Eg loysti onkuntíð av og hjálpti til við koyring hjá Kára, og lærdi eg sera nógv av honum. Onkra summarferiu, tá ið eg var heima, búi eg hjá Kára og Signhild, og kom eg at kenna hetta fyrimyndarliga heimið væl – eg gjørdist húsfólk. Hon røkti alt inni, meðan Kári átti kjallaran og alt úti. Sami setningur hjá báðum var við øllum, røkin og eingin skuldi kunna seta fingur á nakað.
Hetta var eitt hjartaligt og rúmligt heim, har øll vóru vælkomin og kendu seg væl. Børnini sóu tey bæði stórt í, og á ein sáttligan hátt greiddu tey errin frá, hvussu teimum gekst uppeftir.
Kári, ið hevði róð kapp sum ungur, dámdi væl at hyggja eftir fótbólti. Tá ið sonurin Høgni fór at gera vart við seg hjá ÍF, fór ikki dystur aftur við borðinum hjá Kára. Kári var ein góður stuðul alla staðni, har hann var – eisini hjá ÍF.
At missa konuna Signhild í besta aldri og blóma var ein smeitur fyri Kára, men fann hann sær troyst í børnunum og ikki minst abbabørnunum, sum hann var serliga góður við. Errin av, at Linda kallaði beiggjan, Leivur, upp – at Óluva fekk tivllingar og nú seinast kallaði Høgni pápan upp.
Kári fekk eisini nøkur góð ár saman við Ásu, sum hann var góður við – hann dugdi ikki at vera einsamallur, sum hann tók til.
Jú, Kári bygdi upp eitt vakurt heim, saman við konuni við somu fyrimyndum, sum heimið norðuri á Bakka, har nærlagni, arbeiðssemi, æra í góðari merking og at virða grannarnar vóru nøkur av aðalmálunum. Kári vísti hegni og handalag sum fáur og tordi at bróta burtúr nýggjum. Kári var ein fyrimynd fyri sítt heim og síni børn, sum hann setti høgt. Kára havi eg lært nógv av og oftani víst til í mínum frásagum í takksemi.
Kára so líkt, segði hann ikki frá, men doyði bráðliga – tó at hann hevði havt okkurt strik. Men koyrikortið hevði hann fingið aftur og kendi seg frían og frælsan og kundi fara hagar honum lysti, sum honum dámdi so væl. Tó skuldi tað vera annarleiðs, og slapp hann ikki at njóta nøkur ár afturat, ið hann annars sá fram til.
Sorgin er tóma rúmið, har kærleikin fyrr búi, verður sagt – Men tit, børnini og abbabørnini hava nógv gott at minnast afturá um ein raskan, fyrikomandi og dugnaligan pápa og abba, sum eigur at fylla tómrúmið - so hóast hann ikki er har meir, kann fylla tykkum tað við góðum minnum.
Ærað veri minnið um Kára.
-----
Dávur