Teir báðir menninir, sum eru ákærdir fyri at hava sett eld á AA-húsini á Tinghúsvegnum 20. juli í fjør minnast lítið frá kvøldinum. Teir nokta seg kortini sekar og minnast einki til, at teir skulu hava verið á Tinghúsvegnum hetta kvøldið.
Rættarfundurin skuldi byrjað klokkan níggju í morgun, men tá møtti bara annar av teimum ákærdu. Løgreglan hevði annars leitað eftir honum síðani í gjárkvøldið, men hann var ongastaðni at finna. Seinni fyrrapartin eydnaðist tað tó at fáa fatur á manninum, so rættarfundurin bleiv settur klokkan 13.
Teir báðir menninir, 27 og 30 ára gamlir, eru ákærdir fyri í felag at hava brotið inn í AA-húsini á Tinghúsvegnum og at hava sett eld á tey í tveimum støðum.
Í dag blivu tvey vitni avhoyrd um eldsbrunan, meðan átta onnur skulu avhoyrast í morgin.
Løgreglan vil vera við, at menninir høvdu verið í Mimir fyrr hetta kvøldið, har tað kom til ilnar millum teir báðar. Annar breyt ein flatskerm og tí vórðu báðir tveittir út.
Teir greiddu frá, at teir haðani fóru yvir í Villumsgøtu, har ein felags vinmaður teirra býr. Síðani er ógreitt, hvat er hent. Menninir greiddu hvør í sínum lagi frá, at teir vóru verandi hjá vinmanninum eina góða løtu. Annar meinti seg minnast, at teir eisini blivu tveittir út haðani fyri at gera ófrið.
Teir fóru síðani yvir til ein triðja vinmann, sum búði í hinum endanum av Villumsgøtu, men har var læst. Teir fóru tí aftur í íbúðina hjá øðrum teirra, í Villumsgøtu, har teir svóvu, tá løgreglan handtók teir morgunin eftir.
Eitt vitni greiddi tó í rættinum frá, at hon hevði møtt teimum báðum ákærdu. Hon var á veg í Mimir, tá hon møtti teimum báðum beint við niðurløgdu kioskina við Sjónleikarahúsið í Havn. Hon meinti heilt víst, at teir tá vóru á veg tvørtur um Niels Finsens gøtu, yvir móti Sjónleikarahúsinum og, longur yviri, AA-húsinum.
Menninir báðir vildu vera við, at teir ongantíð vóru farnir yvir um vegin, men einans gingu runt, tí Villumsgøta gongur nærmast í ein runding.
Málið verður tikið upp aftur í morgin árini.