Ákærdur kann ikki umsita lóg og rætt

­ Málið um John Petersen er einfalt. Hann kann ikki sita við ábyrgd fyri málsøki, samstundis sum hann er ákærdur fyri neyðtøku - og ábyrgdina fyri fiskivnnumálum hevur bert landsstýrismaður í farloyvi, sigur advokaturin

Bjørn á Heygum hevur frá byrjan, tá hetta málið kom fram, talað fyri, at John Petersen varð loystur úr starvi.

Tað at vera loystur úr starvi, undirstrikar advokaturin, sum heldur, at hetta er vorðið ein stríðsspuningur um persónar.

­ Tað er ikki rætt. Spurningurin er um, hvørt vit vilja hava ávísan etiskan standard í hesum samfelag. ­ Hevði hetta hent í øðrum landi, so gingu ikki 10 min. áðrenn landsstýrismaðurin varð loystur úr starvi, sigur Bjørn á Heygum.

Hann heldur at løgmaður hevur borið seg skeivt at, og at hann hevur brúkt stýrisskipanarlógina sum undanførslu, við einki at gera við ákærumálið móti John Petersen.

­ Málið er annars einfalt. John Petersen kann ikki sita við ábyrgd av einum málsøki. Tað er ikki sambærligt við at hann er ákærdur fyri neyðtøku.

­ Verður landsstýrismaðurin fríkendur, so kann hann hinvegin koma aftur í Tinganes.

Í veruleikanum situr John Petersen við fullari ábyrgd, og um nakað hendir á fiskivinnuøkinum, kann bert hann ábyrgdast fyri tað, sigur Bjørn á Heygum.

Hann heldur ikki, at berast kann í bøtuflaka í hesum máli.

­ Hetta snýr seg um eitt rættarmál, og tað skal viðgerast á rættan hátt, og við virðing fyri okkum og samfelagnum. Tað kunnu vit ikki siga, sum nú er, sigur Bjørn á Heygum, og leggur aftrat: Maðurin skuldi verið loystur úr starvi. Hann kann ikki umsita lóg og rætt, samstundis sum hann er ákærdur fyri neyðtøku.