Í dag tók liðið hjá Jónas Tór Næs, Frem ímóti Skive á Valby Idrætspark. Dysturin endaði 2-0 til Frem. Hálvleiksstøðan var 1-0. Patrick Wozniacki, sum er bróðir tennistjørnuna, Caroline Wozniacki skoraði bæði málini hjá Frem.
Tað fyrra kom stutt undan steðginum, og tað seinna kom tíðliga í seinna hálvleiki.
Við sigrinum hevur Frem togað seg uppá 9 stig, og eru teir nú bert tvey stig frá tí lívbjargandi 13. plássinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Roskilde hevur 11 stig, og Skive hevur 13 stig.