Savnið umfatar kórsatsir innan allar greinar frá renaissancu og fram til okkara dagar: 2-raddaðar barnasangir til framkomnan a cappella kórsang (kvinnukór, manskór og blandað kór), klassiskt sum “rytmiskt”, og eisini størri tónaverk t.d. eftir Bach, Mozart og Schubert upprunaliga skrivað við orkesturfylgispæli, men her skipað fyri kór, soli og orgul. Í stuttum er talan um um hálvtannað hundrað kórbøkur og –bóklingar umframt eini 25 sett à 35 stk. av leysum kórsatsbløðum.
Til tess í verki at gera vart við og kunna um hetta mikla nótasavn og hesar møguleikar hjá kórum við leiðarum teirra at fáa gagn og íblástur av, skipar kórsambandið fyri kunningarverkskeiði fríggjadagin og leygardagin 27. og 28. oktober. Á skeiðinum fer Steen Lindholm, kendur kórleiðari, urguleikari og statssettur ráðgevi í tónleikamálum, at gjøgnumganga klassiska partin í savninum. Nýsetti og fyrsti danski professarin í rytmiskum kórsangi Jim Daus Hjernøe tekur sær av rytmiska partinum, men fer harumframt at leggja skeiðluttakarunum lag á at handfara rytmiskan tónleik í kórsangi.
Verkskeiðið verður hildið í sangstovu Tórshavnar Kommunuskúla. Tað er ókeypis hjá leiðarum hjá limakórum kórsambandsins - onnur gjalda 500 kr.
Tilmelding í seinasta lagið mánadagin 23. oktober 2006 til:
Hans Jørgensen, tlf 21 88 20/33 23 18, mss@skulin.fo
Ólav Hátún, tlf 21 18 88/31 18 19, olavasa@post.olivant.fo