Kórsangur undir ólavsøkuguðstænastuni

Havnarmenn vóru virknir kórsangarar longu í farnu øld, og fyri hundrað árum síðani blómaði tónleikalívið í høvuðsstaðnum. Prestar og tingmenn kunnu hava lýtt á korsang í kirkjuni langt fyri Waagsteinsa tíð

Fyrstu ferð, menn vita um, at kór hevur sungið á Tinghúsvøllinum beint undan tingsetuni, var í 1930 - 900 ár eftir, at Ólavur hin Heilagi lat lív á Stiklastøðum. Hetta árið gjørdi Jógvan Waagstein (1879 - 1949) nógv burtur úr tónleikinum bæði í kirkjuni og undir Tinghúsinum.

Waagstein var organistur í Havnar Kirkju frá 1930 til umleið 1938 og stjórnaði eisini Havnar Sangfelag í eini tíggju ár.

Ikki er greitt, nær kór á fyrsta sinni hevur sungið í kirkjuni á ólavsøku, men tað kann gott hava verið langt fyri 1930. Hesin siður kundi fyri tað stavað frá farnu øld. Havnar Kirkja fekk orgul longu í 1831 (hetta var fyrsta orglið í landinum), og gomul skjøl siga frá kóri í Havn í 1868, um nakað sama mundið, sum Bakar Hansen kom til Føroya.

Í 1890 varð »Thorshavns Sangforening« sett á stovn, og bløðini vita at siga frá blómandi konsertlívið og longum, fjølbroytum konsertum í Havnini um hetta mundið. At kór kann hava sungið í kirkjuni á ólavsøku longu tá í tíðini, er slettis ikki óhugsandi. Til dømis verður sagt frá sera fjølbroyttari konsert í Havnar Kirkju ólavsøkudag 1877, tá eitt nú stykki fyri fagott og orgul vórðu spæld.

Musikelskandi havnarfólk vóru væl fyri um hetta mundið, tí ein limur í Kongaligu Filharmonikarunum í Keypmannahavn, sum var av føroyskari ætt (skyldmaður William Heinesen1s) plagdi at ferðast í Føroyum um sumranar og spæla á konsert. Konsertlívið blómaði í Havnini í seinnu helvt av farnu øld, men doyði út um aldarskiftið. Umleið 1902 kom lív aftur í, tá hornorkestrini komu.


Fekst altið við kór

Við tað, at lítið og einki er til skjals um tónleiki á ólavsøku í farnu øld, kunnu vit bert gita, hvat ið fyrisfórst. Sum vera man fæst meira at vita um okkara egnu øld, tí enn eru kórsangarar á lívi, um hva sungið í kirkjukóri hjá Jógvani Waagstein - eitt nú á ólavsøku.

Stutt fyri ólavsøku 1930 hevði Dimmalætting samrøðu við Jógvan Waagstein, ið greiddi frá tí tónleiki, ið kirkjufólkið fór at hoyra hetta árið - m.a. fór kór at syngja (eftir samrøðuni at døma er talan um blandað kór). Og gamlir sangarar minnast, at hetta var ikki seinasta ferðin, ið Waagstein stjórnaði kirkjukóri á ólavsøku. Tað var manskórið hjá Sangfelagnum, sum plagdi at syngja Ólavsøkukantatuna undir Tinghúsinum - sangarar frá teirri tíðini siga, at Waagstein stjórnaði Kantatuni á hvørjum ári frá 1930, til hann legði frá sær sum kórleiðari stutt fyri kríggið - men í kirkjuni var oftast blandað kór á ólavsøku.

Sambært dananum Tage Wind, ið hevur skrivað bók um Jógvan Waagstein, endurstovnaði hann í 1925 Havnar Sangfelag, sum tá hevði ligið stilt síðan aldarskiftið. Havnar Sangfelag varð annars formliga endurstovnað í 1931, í samband við, at eitt manskór við kosakkum vitjaði í Føroyum. Thorshavns Sangforening (1890) umfataði manskór, blandað kór og kvinnukór.

Men Wagstein kann væl hava fingist við kór langt fyri 1925. Tað heldur Eivind Akrabeg Hansen í Havn, sum sang í kóri hjá Waagstein í eitt langt áramál.

Eivind veit at siga frá, at Waagstein fekst ofta við kór, ið vóru samansjóðað til ávís høvi - eitt nú plagdi hann at savna fólk saman til kórsang, so hvørt sum hann gjørdi nýggj løg. Og eftir sum Waagstein skrivaði mong av sínum løgum kring aldarskiftið - hann skrivaði sítt fyrsta lag, »Tíðin rennur« fyri akkurát 100 árum síðani í 1899 - kann hann saktans hava stjórnað kirkjukóri tíðliga í hesi øldini.


Harmoniserað Kingoløg

Hvat hevði kirkjukórið hjá Waagstein á skránni á ólavsøku? Gamlir sangarar minnast, at til ólavsøkuguðstænastuna sungu tey millum annað tey gomlu, føroysku sálmaløgini, sum Waagstein tók upp á fonograf og teknaði upp í tjúguárunum. Í 1931 gav hann tey út í nótaheftinum »Gomul Føroysk Sálmaløg«, og er hetta fyrsta nótaheftið við Kingoløgum. Eisini man tað vera fyrstu ferð, at føroyingar hoyra hesi gomlu, føroysku sálmaløgini harmoniserað. Miðskeiðis í farnu øld maltrakteraði danska tónaskaldið Henrik Rung Óluvukvæðið - men annars eru, tað eg veit, eingir nótar at finna, ið benda á, at tað var serliga vanligt at spæla sær soleiðis við kvæða- og Kingoløg fyri 1931.

Í tey o.u. 40 árini, sum Havnar Sangfelag var virkið, var fast at syngja fýrræddað, fyrst í kirkjuni og síðan undir Tinghúsinum ólavsøkudag. Sangfelagið var jú ikki nær námind líka stórt, sum Ólavsøkukórið er í dag, so allir sangararnir fingu væl pláss í kirkjuni. Tá vóru heldur eingi sjónvarpskór at skunda sær eftir, so kórið hevði ikki fyri neyðini at tvíspora úr kirkjuni og niðan undir Tinghúsið.


Úr kirkjuni

niðan á Vøllin

Í fjørutiárunum stjórnaði Gunnar Mikkelsen Havnar Sangfelag, og í fimtiárunum Hans Jacob Højgaard. Hóast hvørgin teirra spældi í kirkjuni, savnaðu teir altíð Sangfelagið saman til kirkjugongdina ólavsøkudag, áðrenn farið varð niðan undir Tinghúsið at syngja. Manskórið hjá Gunnari Mikkelsen er tiltikið, men hann stjórnaði eisini blandaðum kóri á ólavsøku, bæði í kirkjuni og á Tinghúsvøllinum.

Eftir at Havnar Sangfelag datt niðurfyri fyrst í sekstiárunum, røkti Kristiliga Sangkórið kirkjusangin á ólavsøku í eini 20 ár - við góðari hjálp frá Havnarkórinum - og tað var serliga Jóannes Nolsøe, sum stjórnaði í kirkjuni hetta tíðarbil. Jóannes var organistur í Havnar Kirkju frá uml. 1970 til 1983, tá ið hann flutti suður aftur til Vágs. Men hann hevur stjórnað í kirkjuni á ólavsøku eftir tað.

Síðani Jóannes Nolsøe gavst í havnar Kirkju í 1983, hava ymisk kór skiftst um at syngja í kirkjuni á ólavsøku.Flestu árini hevur Kirkjukór Havnar Kirkju sungið við við skiftandi leiðarum, og annars hava kór sum Nóatón og Tórshavnar Kamarkór sungið.


Føroyskir sálmar

á fyrsta sinni

Áðrenn fyrsta føroyska kirkjusálmabókin kom út í 1960, høvdu kórsangararnir serliga nógv at siga fyri ólavsøkuguðstænastuna. Hetta var tíðarskeiðið, tá stríðið um kirkjumálið var up á tað harðasta.

Jákup Dahl, próstur, sum var sóknarprestur í Havn um hetta mundið, og sum breyt slóð fyri at fáa føroyskt inn um kirkjugátt, sá m.a. til, at kirkjufólkið fekk høvi til at syngja sálmarnar á føroyskum hendan hátíðardag - flestu teirra týddi hann sjálvur.

Hetta var nakað spildurnýt fyri kirkjufólkið í Føroyum. Og Jógvan Waagstein, sum var svágur próstin, førdi saman við sangarunum nøkur av teimum gomlu, føroysku sálmaløgunum (Kingoløg) inn aftur í kirkjuna og gav tey út í nótahefti.

Tað var á ólavsøku, at kirkjufólkið á fyrsta sinni slapp at syngja ( og eisini hoyra kótið framføra) sálmar sum »Harra Guð títt dýra navn og æra« á føroyskum og við føroyskum løgum. Um hetta mundið var Kingosangurin avlagdur í flestu kirkjum kring landið, og kirkjufólkið í Havn man ikki hava kent stórvegis til hesi gomlu, føroysku løg, eftirsum kirkjan fekk orgul longu í 1831, og ferðasambandið út á bygd ikki var av tí allarbesta.

Johan Johansen (Johan hjá Miu), sum er giftur dóttur Waagstein, og sum spældi í Havnar Kirkju eit langt áramál, minnist, at fyrr á døgum dugdi kirkjufólkið øll »Waagsteinsa« Kingoløg (Gomul Føroysk Sálmaløg) - men um fólk hevur dugað hesi føroysku sálmaløg frá barnaárum, ella um Waagstein og Sangfelagið lærdu meinigheitina hesi løg av nýggjum, ber ikki til at siga í dag.

Síðani Waagsteinsa tíð er ast at syngja nøkur Kingoløg í Kirkjuni á ólavsøku, antin sum kór- ella felagssangur.



Heri Eysturlíð




Keldur:

Bjarni Berg,

Dimmalætting 1930,

og gamlir kórsangarar

í Havnini.