Rættarfundurin byrjar kl. 9 í morgun, og Jógvan Andreasen, sorinskrivari er dómari.
Landsstýrismaður í farloyvi, er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina 17 ára gamal gentu í 1995.
Níggju vitnir skulu avhoyrast í málinum, og rætturin hevur avstett ein dag til til hetta arbeiði, men um neyðugt verður hildið fram næsta dag.
Allir rættarfundir eru almennir, men í ávísum førum eru ákærumál av slíkum slag, at dómarin krevur afturlatnar hurðar.
Dómarin visti ikki í gjár, hvørt rættarfundurin fór at vera fyri afturlatnum hurðum.
Hugsandi er, at rættarfundurin byrjar sum almennur fundur, har ákæruritið verðir lisið upp.
Tá hetta er gjørt, tekur dómarin støðu til, um málið skal fara víðaru fram fyri afturlatnum hurðum, og tá verður almenningurin koyrdur út.
Annar háttur í slíkum førum er at hava dupult afturlatnar hurðar, og tá sleppur almenningurin als ikki inn í rættarsalin.
Dómurin verður sagdur í seinasta lagi um eina viku, sigur dómarin.