Kórvitjan úr Íslandi

.

Mikudagin í næstu viku koma 45 kórsangarar úr Íslandi til Føroya at vitja. Tað er blandaða kórið »Vørðukórinn« úr Árnessýslu á Suðurlandinum, sum kemur higar við leiguflogfari at verða við í føroysku kórstevnuni, ið verður komandi vikuskiftið í Fuglafirði.

Vørðukórið, sum Margrét Bóasdóttir úr gamla bispasætinum Skálholti stjórnar, fer eisini at hava konsert í Havn. Tann konsertin verður í Kommunuskúlahøllini mikukvøldið 6. mai kl. 19.30.