2. deild, menn
Dysturin í Klaksvík leygardagin var síðsta útkall hjá HB, skuldi liðið megna at verða verandi í 2. deild, meðan KÍ kundi standa seg við javnleiki.
Hetta sást eisini aftur, tí hóast tann heilt stóri munurin kanska ikki var á liðunum, var HB klárt tað liðið, ið hevði meira at spæla fyri og eisini royndi at spæla fyri sínum møguleika.
Tá so KÍ tveir minuttir inn í seinna hálvleik fekk ein mann útvístan ? hann var forrestin komin inn beint frammanundan ? øktist trýstið á KÍ í stórum, so klaksvíkingar fyri tað mesta høvdu úr at gera við at verja.
Tí kom tað eisini sum ein vátur vøttur frammaná hjá HB, at KÍ legði seg á odda 1-0, tá bara eitt korter var eftir. Ein KÍ-roynd móti málinum endaði við, at bólturin stakk upp í loft. Har gjørdist Olgar Danielsen hægsti maður, skallaði á stongina ? og fekk so í aðru atløgu bóltin beint í andlitið, og stýrdi honum á tann hátt í málið!
Góðar tíggju minuttir seinni miseydnaðist ein rangstøðufella hjá HB, og tað endaði við, at John Ryan slapp púra leysur móti HB-málinum og sendi bóltin inn undir málverjan í málið til 2-0.
Sjálvt um HB ein minutt seinni svaraði aftur, tá Ransin Djurhuus útnyttaði eina misskiljing í KÍ-verjuni og fekk prikað bóltin í málið, gjørdist tað ov seint at venda dystinum, og KÍ vann 2-1.
KÍ, sum í endaspurtinum vann seg upp á fjórða plássið, sendi við hesum HB niður í 3. deild. Men sum prátið hevur gingið um vikuskiftið, skuldi tað verið uppaftur verri enn so, tí HB frammanundan hevði tikið sítt 3. deildarlið úr kappingini, tá trý umfør vóru eftir.
Av tí sama hava fleiri róð framundir, at bæði liðini hjá HB skuldu heilt niður í 4. deild, men so verður kortini ikki. Reglurnar á tí økinum eru greiðar, og talan verður vanliga niðurflyting hjá bæði 2. og 3. deildarliðnum hjá HB.
Tað hevði kanska eisini verið mestsum ov mikið av tí góða, um nýklaktu føroyameistararnir í mansfótbólti í næsta ár skuldu farið heilt niður í 4. deild eftir fólki at manna bonkin í 1. deild.
Dysturin í tølum
KÍ-HB 2-1 (0-0)
1-0: Olgar Danielsen
2-0: John Ryan
2-1: Ransins N. Djurhuus