KÍ vann Cadburysteypið

KÍ er steypavinnari í U15 dreingjadeildini eftir 3-1 sigur á B36

Fyrsta av ungdómssteypafinalunum í morgun var í U15 dreingjadeildini, har ið B36 og KÍ dystaðust um Cadburysteypið.

Frá dystarbyrjan var greitt at B36 vildi varðveita bóltin við nógvum spælingum heilt afturi frá málverjanum og upp, meðan KÍ spældi heldur meira beinleiðis eins og tað eydnaðist klakvsíkingum at leggja trýst á uppspælið hjá B36.

 

Hetta gav úrslit hjá klaksvíkingum longu eftir at sjey minuttir vóru leiktir. KÍ vann bóltin inni á B36-hálvuni, og David Andreasen stóð við bóltinum. Hann gjørdi av at senda eitt lúmskt langskot avstað, ið kavaði niður í yvirleggjaran og inn.

 

Dystarmyndin var hin sama eftir málið, har ið B36 varðveitti bóltin mest, men KÍ var væl vandamiklari.

Í seinna hálvleiki fekk B36 flutt spælið nakað niðan á KÍ-hálvuna, og løgdu eitt alsamt størri trýst.

Men hetta kom aftur um brekkur hjá B36, tí hetta gav KÍ møguleikan at fara í skjótálop, har liðskiparin Jens Mortan Samson rann frá verjuni og legði bóltin trygt fram við B36-málverjanum. 2-0 tá ið 42 minuttir vóru leiktir.

 

Støðan tóktist trupul hjá B36, tí KÍ vardi væl samstundis sum teir fleiri ferðir fingu møguleikan at fara í skjótálop.

Men tað var B36, ið svaraði aftur. Bráddliga slapp Mattias Weihe Joensen at reka inn í KÍ-teigin, og her var hann tryggur, tá ið hann sendi bóltin í málið. 2-1, og nú var spenningurin aftur í dystinum.

 

Tað, ið eftir var av dystinum, flutti B36 fleiri og fleiri fólk fram, og eitt nú var málverjin við frammi til eitt hornaspark. Teir stóru møguleikarnir komu tó ikki, og heldur var tað KÍ, ið hevði møguleikan at skjóta avgerandi málið í fleiri førum, tá ið klaksvíkingar fóru í mótálop.

 

Í evstu løtun av yvirtíðini eydnaðist tað eisini KÍ at økja til 3-1, tá ið eitt gott innlegg endaði fyri føturnar hjá Mortani Rasmussen, ið trygt avgjørdi dystin, so at KÍ kundi lyfta Cadburysteypið.

Jens Mortan Rasmussen var valdur til dagsins leikara.

 

KÍ - B36 3-1 (1-0)

7 min - David Andreasen 1-0

42 min Jens Mortan Samson 2-0

61 min Mattias Weihe Joensen 2-1

70+3 min Mortan Rasmussen 3-1