Í vikuni sum fór kom stóra hagtalssíðan, Instat Scout – ið er ein heimasíða, ið skrásetur alt data í fótbólti, út við rúgvumiklum samandrátti frá Effo-deildini í 2017. Í gjárkvøldið skrivaðu vit tvær greinar um nøkur av teimum hagtølunum.
Les eisini: NSÍ var mest á bóltinum
Les eisini: B36 hevði flest skot á mál
Ein onnur talva við hagtølum í samandráttinum hjá Instat Scout, er eisini, hvat felag var sterkast tá tað kom til luftbóltar í kappingarárinum í 2017. Tann talvan vísir, at KÍ í miðal í prosentum vann flest luftbóltar av liðunum í Effo-deildini.
Í miðal var KÍ í 69 luftbóltum hvønn dyst í deildini, har 38 av teimum vóru vunnir. Tað gevur teimum eitt prosenttal uppá 55% vunnar luftbóltar í miðal, ið er tað hægsta av liðunum í deildini.
KÍ var tó ikki tað felagið, sum í miðal var í flest luftbóltum í hvørjum dysti. Tað var samanlagda felagið í Suðuroynni, TB/FCS/Royn. Í miðal vóru leikararnir hjá teimum í 74 luftbóltum hvønn dyst í kappingarárinum. Og av teimum 74, vóru 36 av teimum bóltunum vunnir. Tað gevur tí TB/FCS/Royn eitt prosenttal uppá 49%.
Tað felagið, sum var veikast tá tað kom til luftspælið í Effo-deildini í 2017, vóru niðurflytararnir úr ÍF. ÍF kom í miðal í 52 luftbóltar í hvørjum dysti, og av teimum vóru í miðal bert 24 vunnir. Tí er teirra prosenttal á 45%, sum er tað lægsta av øllum feløgunum í deildini.
Talvan yvir luftbóltar sær soleiðis út:
1. KÍ (Í miðal 69 luftbóltar í hvørjum dysti – av teimum 38 vunnir) 55%
2. NSÍ (Í miðal 57 luftbóltar í hvørjum dysti – av teimum 31 vunnir) 54%
3. B36 (Í miðal 57 luftbóltar í hvørjum dysti – av teimum 30 vunnir) 52%
4. HB (Í miðal 54 luftbóltar í hvørjum dysti – av teimum 28 vunnir) 51%
5. Víkingur (Í miðal 63 luftbóltar í hvørjum dysti – av teimum 32 vunnir) 51%
6. TB/FCS/Royn (Í miðal 74 luftbóltar í hvørjum dysti – av teimum 36 vunnir) 49%
7. Skála (Í miðal 64 luftbóltar í hvørjum dysti – av teimum 31 vunnir) 48%
8. 07 Vestur (Í miðal 56 luftbóltar í hvørjum dysti – av teimum 26 vunnir) 47%
9. EB/Streymur (Í miðal 64 luftbóltar í hvørjum dysti – av teimum 29 vunnir) 46%
10. ÍF (Í miðal 52 luftbóltar í hvørjum dysti – av teimum 24 vunnir) 45%
Tað gevur tí eitt samlað miðaltal fyri deildina at 61 luftbóltar komu hjá hvørjum felagið í hvørjum dysti, og at 30 vóru vunnir. Í prosentum er tað 49,20% fyri vunnar luftbóltar.