Kabalin gongur upp

   

Danir fara í hesum døgum í stríðum streymi til biografhallirnar fyri at síggja nýggja politiska spenningsfilmin, Kongekabale. Ummælarar standa á rað fyri rósa filminum

Kongekabale
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo

? Tit koma allir við stívum murti og stórum forsíðudreymum.
Tónin er ikki at fara skeivur av. Royndi politikkarin Erik Drejer er ísakaldur og roynir at seta unga og framsókna blaðmannin, Ulrik Torp, upp á pláss. Politikarin Drejer droymir um at gerast forsætisráðharri, meðan ungi blaðmaðurin leitar altráur eftir tí góðu søguni. Hetta er pallurin um framúrskarandi politiska trillaran, Kongekabale, sum í løtuni gongur í biografum í Danmark.
Filmurin gevur tær og mær møguleika at fáa innlit í fjalda valdspælið á Christiansborg millum valdsgraðar politikarar, gløðandi journalistar og hugsjónarleysar spunasmiðir.
Uttan mun um tú ert áhugaður í politikki, er Kongekabale ein hugtakandi og spennandi krimi-filmur. Filmurin verður í Danmark skírdur fyri at vera eitt valaverk og ummælarar standa á rað fyri geva Kongekabale góð skoðsmál.
Síðan frumframførsluna hava danir í stríðum streymi leitað sær í biografarnar fyri at síggja politiska spenningsfilmin. Higar-til hava væl yvir 200.000 fólk hugt at filminum, og tá allar sýningarnar eru av, er væntandi, at góð hálv millón hevur sæð filmin.
Søgan
Tríggjar vikur undan fólkatingsvalinum letur leiðarin í størsta flokkinum í Danmark, Midterpartiet ella Miðflokkinum, lív. Øll tann politiska dagsskráin verður kollrend av hendingini, og ungi og evnaríki blaðmaðurin, Ulrik Torp, verður settur sum nýggi maðurin hjá Dagblaðnum á Christiansborg at fylgja gongdini.
Tað gongur ikki rúm tíð, áðrenn Torp verður samantvunnin í innanhýsis stríðið um leiðsluna í Miðflokkinum. Tey bæði, Erik Drejer og Lone Kjelden, stríðast um formanssessin, og hvørgin teirra er bangin fyri eina nýta skitnan framferðarhátt fyri at vinna sær formanssessin.
Í valdsdystinum millum Erik Drejer og Lone Kjeldsen fær Ulrik Torp ein avgerandi leiklut.
Sum filmurin líðir kemur ungi journalisturin á Dagblaðnum eftir, at hann er partur í einari samansvørjing, og hann leggur tí nógv fyri at koma til botns í málinum. Hann stendur kortini einsamallur, tí hvørki starvsfelagar, politikarar ella leiðslan á Dagblaðnum vilja trúgva blaðmanninum. Valdagurin nærkast og Ulrik Torp stendur einsa-mallur móti valdsharrunum, sum hava fingið spunasmiðir, polit-iskt stýrdar journalistar og redaktiónir við til verja samansvørjingina.
Konservativu eru fyrimyndin
Filmurin Kongekabale er bygdur á skaldsøguna við sama heiti hjá journalistinum Niels Krause Kjær, sum er fyrrverandi fjølmiðlaráðgevi hjá Konservativa flokkinum í Danmark.
Bókin er um politiska stríðið millum Hans Engell og Per Stig Møller um leiðsluna á Konservativa flokkinum, og tað er fáur, sum ivast í, at júst stríðið í Konservativa flokkinum er ímyndin um stríðið í Miðflokkinum í filminum Kongekabale.



Keldur:
www. information.dk
www.bt.dk
www.kongekabale.dk

CITAT
´´´´´ Årets danske film. En svært overbevisende spændingsfilm
Kim Foss, Jyllandsposten

´´´´´ Ny stor sejr for dansk film. En fremragende fortalt politisk triller fuld af bid og vid.
Morten Piil, Information

´´´´´´ En af de allerbedste spændingsfilm lavet i Danmark i flere år. En super fascinerende film
Birgitte Grue BT