Týskari og norðmaður vóru tiknir framum Paula

HØJ tapti greitt fyri Bjerringbro-Silkeborg uttan Paula Jacobsen á vøllinum

Tríggir málverjar kappast um at verja málið hjá HØJ í bestu donsku hondbóltsdeildini. Og allir tríggir hava royndir sum landsliðsmálverjar.

 

Talan er um Till Klimpke, ið hevur spælt 19 landsdystir fyri Týskland, Emil Kheri Imsgard sum hevur spælt 10 landsdystir fyri Noreg, og Paula Jacobsen, ið verjir málið hjá føroyska landsliðnum. So her er talan um sera harða kapping.

 

Í dag tapti Pauli kappingina, tí málverjarnir sum vóru á dómaraseðlinum hjá HØJ í útidystinum í móti Bjerringbro/Silkeborg í dag vóru Till Klimpke og Emil Kheri Imsgard.

 

HØJ tapti greitt 25-34 (13-19). Till Klimpke bjargaði 10 av 31 málroyndum, meðan Emil Kheri Imsgard bjargaði trimum av 15 málroyndum.

 

HØJ hevur tapt tveir teir fyrstu dystirnar, og teir eru næstaftast í deildini við ongum stigi. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 hevur HØJ dyst á heimavølli móti Ringsted.