Kaffismakkur má ganga at

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður
-------


Ein illfýsin Jákup Mikkelsen finst í aftursvari til grein mína “Heppin Kúvending” at uppskotinum um at fækka aðalráðini og at lækka tingmannatalið. “Ongin sparing”, sigur hann og mælir heldur til eina 10% lækking av játtanunum til tey nýggju aðalráðini, sum eru.

Eingin kaffismakkur
Logikkurin hjá Jákupi er, at samfelagskøkan altíð skal hava konstant stykkjatal, sum skulu minkast í sama lutfalli, tá á stendur fíggjarliga.

“Tað má ganga kaffismakkur at” segði 100 ára gamla Malla úti í Svínoy, tá hon á sinni skonkti sjónvarpsvertinum sterkt kaffi. Soleiðis eigur eisini at vera í politikki. Vit mugu tora at raðfesta. Varðveita tað sum er neyðugt og niðurlaga ella avtaka tað minni neyðuga.

Ein lítil køka, ið verður pettað í fleiri smá stykki, soleiðis sum Jákup Mikkelsen í viðmerking síni mælir til, er vandakós, ikki minst í samband við aðalráðin, tí tey eru rættiliga ymisk , bæði í játtanartørvi og týdningi.

Fíggjarmálaráðið er gott dømi um aðalráð, sum er neyðugt, men sum í longri tíð hevur verið illa fyri játtanarliga. Óneyvt lóggávuarbeiði í samband við MVG-málið á bilum, ber boð um hetta. Uttanríkisráðið er besta dømi um tað mótsetta. Eitt aðalráð við rúmari játtan, men minni týdningi. Ikki tí at uttanríkispolitikkur er óneyðugur, men tí at onnur aðalráð kunnu røkja uppgávuna eins væl og bíligari.

Pípan annað ljóð
Hóast illfýsin og ósamdur á ymsu portalunum, var Jákup Mikkelsen munandi meira jaligur, tá hann var at hoyra í rásini hjá kringvarpinum á middegi týsdagin 21. jan. um sama mál. Nú søgdu yvirskriftirnar, at Fólkaflokkurin tók undir við ætlanini um at fækka aðalráðini. Tað skuldi økt um møguleikarnar at framt ætlanina í verki.