Kaggin er FM-vinnari í Bridge

Bridgedeild Kaggans vann FM fyri feløg, sum varð leikt í skúlanum í Sørvági. Stríðið stóð millum Eysturoyar Bridgefelag og Kaggan, men tá samanumkom vóru havnarmenn stinnari

FM fyri feløg varð leikt í stásiliga skúlanum í Sørvági leygardagin 19. januar 2001. Hetta er fyrstu ferð, at vágafólk skipa fyri hesari kapping, og má tað sigast, at teir komu frá hesum við ?bravur?.
Kappingin varð leikt yvir 8 dystir á 9 spøl. Bridgedeild Kaggans og Eysturoyar Bridgefelag fóru longu í teimum fyrstu dystunum frá hinum feløgunum og sá tað út til at verða eitt stríð millum hesi feløg, um hvør fór avstað við FM-heitinum. Tá samanum kom, var tað tó Bridgedeild Kaggans, ið gjørdist klárt nr. 1.

Úrslitini
Eysturoyar Bridgefelag - Vága Bridgefelag20-1014-16
Bridgedeild Kaggans - Havnar Bridgefelag17-1319-11
Nýggja Bridgefelag - Eysturoyar Bridgefelag10-208-22
Vága Bridgefelag - Bridgedeild Kaggans4-250-25
Havnar Bridgefelag - Eysturoyar Bridgefelag9-2118-12
Nýggja Bridgefelag - Vága Bridgefelag19-1117-13
Bridgedeild Kaggans - Eysturoyar Bridgefelag18-1216-14
Havnar Bridgefelag - Vága Bridgefelag23-714-16
Nýggja Bridgefelag - Bridgedeild Kaggans16-146-24
Nýggja Bridgefelag - Havnar Bridgefelag20-101-25

Endaliga støðan
1Bridgedeild Kaggans158
2Eysturoyar Bridgefelag125
3Havnar Bridgefelag123
4Nýggja Bridgefelag97
5Vága Bridgefelag77

Leikararnir, sum umboðaðu feløgini:

Bridgedeild Kaggans:
Marjun Restorff, Arnleyg Mikkelsen, Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen.

Eysturoyar Bridgefelag:
Símin Lassaberg, Árni Dam, Magni Jøkladal og Árant Berjastein.

Havnar Bridgefelag:
Jóannes Mouritsen, Heðin Mouritsen, Jens Pauli G. Nolsøe og Høgni Hansen.

Nýggja Bridgefelag:
Ingibjørg Hansen, Henriettet Svenstrup, Jógvan Juel Rasmussen og Jóna Grunnveit.

Vága Bridgefelag:
Jákup Egholm, Thomas Hans Gaardlykke, Verna Rasmussen, Josta M. Olsen, Ruborg Zachariassen og Gunnvør Hansen.

FM kappingin fyri lið
Komandi vikuskifti verða ikki færri enn fýra umfør av FM kappingini fyri lið. Spælt verður í skúlanum í Fuglafirði. Fríggjakvøldið 1. februar verður byrjað at spæla kl. 19.30, og hildið verður fram leygarmorgunin kl 10.00. Spælt verður eisini sunnudagin frá kl. 14.00.
Støðan í FM liðkappingini er hendan:

Støðan eftir 3. umfar
1.deildStig
1Allan Dal-Christiansen74
2Símin Lassaberg60
3Junior Buss Taxa58
4Carl Mikkelsen33
5Hanus Bærentsen19
6Jóna Grunnveit9
2.deild
1Øssur Winthereig61
2Hallur Ellingsgaard57
3Jórun Johannesen56
4Danny Transport50
5Álvur Klakk41
6Hans Egil Joensen39
7John Reid Skoralíð29
8Eyðun Jakobsen27


Bridge á Internetinum
Landsliðið, sum skal til EM í Italia í summar, fekk eitt sindur av spælivenjing inni á internetinum fríggjakvøldið 25. januar. Mótstøðuleikararnir vóru tað danska unlingalandsliðið og tað danska kvinnulandsliðið. Teir føroysku leikararnir støðu seg væl, og vit skulu her síggja eitt av fleiri góðum spølum frá hesari venjingini:


N/EV(
(
(
(KQ1052
A4
KQ75
K4
(
(
(
( J6
QJ10532
3
J952(
(
(
(983
76
A9862
Q76
(
(
(
(A74
K98
J104
A1083

VNES
Bogi
SimonsenRói á R.
Joensen
-1(pass2(
Pass2(pass4(
Pass4UTpass5(
Pass6(passpass
Pass

Eystan spældi hj7 út, og so vann Bogi kontraktina. Tey flestu NS pørini komu í 6sp, men tað var bara eitt EV, ið megnaði at finna tað setandi mótspælið. Magni Jøkladal og Árant Berjastein úr Fuglafirði, sum eru nýggir í landsliðshópinum, spældu rú A út og rútara aftur til trumf.
Eingin meldaði 6ut, sum ikki kann setast.