Kaj Leo er besta boðið

- Eg havi fingið áheitanir og stuðul ymsastaðni frá at gerast nýggjur formaður Sambandsfloksins, og stendur stuðulin við frá tingbólki og valfeløgum, stilli eg upp til formansvalið, sigur tingmaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, sum í løtuni tykist vera besta boðið at gerast nýggjur leiðari í kreppurakta Sambandsflokkinum

Eftir at fyrst Suðuroy og síðani Norðoyggjar saman við Norðstreymoy hava umboðað Sambandsflokkin í Tinganesi stutta valskeiðið, hava stóru valdømini í Suðurstreymoy og Eysturoynni staðið eftir uttan nakra umboðan í landsstýrinum. Atfinnandi røddir hava frá byrjan verið frammi um, at stóru valdømini hava verið við sviðusoð, og at talan beinleiðis hevur verið um taktiskt mistak ikki at profilera Sambandsflokkin í størru valdømunum, tá landsstýrismenn Sambandsfloksins eru settir.
Júst hetta kann vera ein ábending um, at nú er túrurin loksins komin til Suðurstreymoy, tá nýggjur formaður skal veljast á landsfundi Sambandsfloksins 26-27. mars í lærarskúlahøllini í Havn.

Kaj Leo stillar upp
Eitt av mest upplagdu evnunum til nýggjan formann er tingmaðurin Kaj Leo Johannesen úr Suðurstreymoy, og hann dylir ikki fyri, at hann av álvara umhugsar støðuna og væntandi stillar upp á landsfundi Sambandsfloksins um ein góðan mánaða.
- Tað er klárt, at tá størsta valdømið í landinum við so nógvum atkvøðum at fara eftir ikki umboðar nakran "stóran" sess, er tað óheppið fyri flokkin, og tískil meti eg tað vera best fyri Sambandsflokkin, um formaðurin kemur úr Suðurstreymoy, sigur Kaj Leo Johannesen. Kaj Leo leggur afturat, at hann umhugsar sera positivt at gerast formansvalevni.
- Eg havi spurt meg fyri bæði í tingbólki og í valfeløgum, og havi eg fingið áheitanir og stuðul at stilla upp. Stendur stuðulin við, er tískil ógvuliga sannlíkt, at eg gerist kandidatur til formanssessin, sigur Kaj Leo Johannesen.

Ikki út í stríðsval
Tingmaðurin leggur tó eina við, at hann ikki ætlar sær út í nakað stríðsval, um nógvir fara eftir heita formanssessinum í umstrídda flokkinum.
- Fyri Sambandsfloksins skuld fari eg ikki út í eitt valstríð móti fleiri øðrum uppstillarum, tí tað tolir flokkurin stutt sagt ikki eftir alt tað, sum júst er farið fram. Tað ynskiligasta er altíð, at flokkurin megnar at standa saman um ein, og hetta hevði verið tað besta fyri flokkin, sigur Kaj Leo Johannesen. Sum hann hevur skilt á lagnum, umhugsa nøkur valfeløg at stuðla honum, men enn er ov tíðliga at siga, um flokkurin fer at standa saman um ein, ella um fleiri onnur valevni vera.
- Men havi eg stuðul frá valfeløgum og tingbólki, eri eg eitt evni at gerast nýggjur formaður í Sambandsflokkinum, slær Kaj Leo Johannesen fast. Hann veit í løtuni ikki um nakran annan, sum hevur ætlanir um at stilla upp.
- Eg havi ikki hoyrt um nakran, men sjálvandi stendur einum og hvørjum frítt í boði at stilla upp. Tað besta er tó, um semja kann fáast um ein, og um nógvir stilla upp uttan konsensus í tingbólkinum, seti eg ikki mína undirskrift undir, sigur Kaj Leo Johannesen.

Samdir um Bjørn Kalsø
Kaj Leo Johannesen leggur dent á, at umboðini úr Suðurstreymoy als ikki vóru misnøgd við valið mánakvøldið at seta Bjørn Kalsø úr Norðoyggjum at vera nýggjur landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
- Ein samdur Sambandsflokkur tók avgerðina, og eftir mínum tykki er tað klókt at lata Norðoyggjar fáa eitt umboð eftir framgongdina har, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann avsannar, at tingmanningin úr Suðurstreymoy var misnøgd við avgerðina, men nú er sambært honum hóskandi, at landsins størsta valdømi fær formanssessin.
- Sum áður nevnt er eftir mínum tykki best fyri flokkin, um formaðurin kemur úr Suðurstreymoy, og havi eg persónligan stuðul til tað tíð, eri eg evni at gerast nýggjur formaður í Sambandsflokkinum, sigur Kaj Leo Johannesen at enda.
Hóast einki er avgjørt, tykist hann sostatt vera besta boðið uppá mannin, sum skal leiða landsins størsta flokk úr svárari kreppu eftir afturgongd á valinum og eina miseydnaða byrjan í nýggju samgonguni.