Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður

- Fyrstu ferð, eg sá myndina, helt eg hana vera stuttliga - ella eg helt orðaspæli vera stuttligt. Men myndin kom út, meðan eg sat og lurtaði eftir einum misáliti í tinginum, so í tí samanhanginum helt eg ikki, at hon var so stuttlig.

Eg veit, at man skal bara flenna at slíkum myndum, men eg kann ikki lata vera við at forbinda hana við eitt keðiligt og í mangar mátar óbehagiligt mál, nevniliga Skálafjarðartunnilin, har tað hava verið sera nógvar viðmerkingar. Og eg hugsaði eisini um synirnar; um hvussu teir fóru at taka tað at síggja eina mynd av pápa teirra soleiðis.
- Eg haldi heilt víst, at vit skulu flenna og at vit skulu hava humør í føroyskum politikki, men tað er kanska ringt at kjakast um, hvar markið skal ganga, tá man ikki hevur roynt at verið útsettur fyri tí sjálvur. Sumt er óndsinnað, og tá fer tað for langt, men so leingi, sum tað bara er skemt, so er tað í fínasta ordan. Eg haldi, at skemt altíð skal síggjast og skiljast út frá samanhanginum.
- Sum heild haldi eg, at føroyska satiran er fín, og føroyskur politikkur treingir til hana. Men eg haldi eisini, at vit treingja til at taka eitt kjak um, hvat er persónligt og hvat er politiskt. Vit - eisini vit politikarar - duga ov illa at skilja ímillum hvar markið gongur millum tað persónliga og tað politiska. Tað duga satirikararnir væl, men bæði politikarar og almenningurin duga tað kanska í so illa. Vit burdu dugað betur at takkla satiruna uttan at tikið hana persónligt.
- Hendan myndin hevur eitt stuttligt orðaspæl, men fyri mær kom hon kanska at vera tann seinasta myndin av eini langari røð av keðiligum viðmerkingum - og tað ávirkar, tí samanhangurin er keðiligur. Tað, at tað er ein manipulerað fotomynd, ávirkar eisini meiri, enn um tað til dømis var ein tekning hjá Óla P.