Kaj Leo skoraði annan dystin á rað

Njarðvík mátti lúta í oddauppgerðini móti Fjölnir

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík spældu í kvøld oddauppgerð í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Kaj Leo spældi allan dystin tá Njarðvík tapti 2-4 fyri Fjölnir. Kaj Leo minkaði um munin til 2-4 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, og var hetta annan dystin á rað, at hann skorar mál fyri Njarðvík.

 

Fjölnir skoraði trý mál upp á 12 minuttir, og longu í 52. minutti vóru teir á odda 4-1. 

 

Við fyrsta tapinum hetta kappingarárið misti Njarðvík oddasessin til Fjölnir, ið er fremst í deildini við 14 stigum. Njarðvík er næstfremst við 13 stigum fyri seks dystir. Njarðvík er fýra stig frammanfyri Grótta, ið hevur níggju stig á triðja plássinum.

 

Nummar eitt flytur beinleiðis upp í bestu deildina við lokið kappingarár, meðan liðini sum enda á endastøðunum millum nummar tvey og fimm spæla Play Off dystir um uppflyting.

 

Fjölnir-Njarðvík 4-2 (3-1)

1-0 Kristófer Dagur Arnarsson ('24 )

1-1 Kenneth Hogg ('36 )

2-1 Vilhjálmur Yngvi Hjálmarsson ('40 )

3-1 Dagur Ingi Axelsson ('43 )

4-1 Máni Austmann Hilmarsson ('52 )

4-2 Kaj Leo í Bartalstovu ('90 )

 

Komandi hóskvøld tekur Njarðvík móti ÍR Reykjavík á heimavølli.