Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði eitt minniligt mál tá hann og liðfelagarnir í Akranesi vunnu ein sera flottan 3-0 sigur á verandi íslandsmeistarunum, Víkingi Reykjavík á heimavølli í kvøld.
Stutt undan steðginum sendi Kaj Leo hegnisliga eitt hornaspark beinleiðis í málið. Sigast skal tó, at Ingvar Jónsson, málverji hjá Víkingi Reykjavík sá alt annað enn tryggur út í støðuni og royndi at boksa bóltin burtur, men endaði við at boksa bóltin í málið.
Í íslendsku miðlunum verður staðfest, at talan er um ein skelk, at verandi meistararnir skuldu tapa so greitt fyri Akranesi, ið eru av serfrøðingunum spáddir at enda á einum áttanda plássi.
Akranes 3 - 0 Víkingur Reykjavík
1-0 Gísli Laxdal Unnarsson ('36 )
2-0 Kaj Leo Í Bartalstovu ('43 )
3-0 Aron Bjarki Jósepsson ('56 )
Patrik Johannesen hevði onkra góða roynd í heimadystinum hjá Keflavík móti Vali, ið Keflavík tapti 0-1. Patrik fekk beint undan steðginum gult kort fyri kjaftaslit.
Keflavík 0 - 1 Valur
0-1 Birkir Már Sævarsson ('40 )
Í annaðkvøld klokkan 19 taka Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH móti Fram á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. Júst somu klokkutíð spæla Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR heimadyst móti Breiðablik.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
1 | KA | 2 | 2 | 0 | 0 | 4:0 | 6 |
2 | Valur | 2 | 2 | 0 | 0 | 3:1 | 6 |
3 | Akranes | 2 | 1 | 1 | 0 | 5:2 | 4 |
4 | Stjarnan | 2 | 1 | 1 | 0 | 5:2 | 4 |
5 | Breiðablik | 1 | 1 | 0 | 0 | 4:1 | 3 |
6 | KR | 1 | 1 | 0 | 0 | 4:1 | 3 |
7 | Víkingur R. | 2 | 1 | 0 | 1 | 2:4 | 3 |
8 | FH | 1 | 0 | 0 | 1 | 1:2 | 0 |
9 | Fram | 1 | 0 | 0 | 1 | 1:4 | 0 |
10 | ÍBV | 2 | 0 | 0 | 2 | 1:5 | 0 |
11 | Keflavík | 2 | 0 | 0 | 2 | 1:5 | 0 |
12 | Leiknir R. | 2 | 0 | 0 | 2 | 0:4 | 0 |