Hóast Jóannes Eidesgaard mátti viðganga, at enn er langt eftir á mál á leiðini móti javnstøðu í Føroyum, so helt hann nógv vera hent, síðani javnstøðulógin kom í gildi í 1994.
? Støðan í dag er ein heilt onnur, enn hon var fyri 10 árum síðani. Sum heild eru fólk munandi meir tilvitað um týdningin av javnstøðu. Javnstøðuspurningurin er sjónligari, og hann er ovarlagari á dagsskránni, enn hann nakrantíð áður hevur verið.
Og mest av øllum: Óloysta málið gevur okkum mannfólki ringa samvitsku, so her er ein vón, helt løgmaður.
Øll hava ábyrgdina
Jóannes Eidesgaard royndi ikki at smoyggja sær undan eyma spurningin um vánaiga kvinnuligu umboðanina í føroyskum politikki.
? Vit politikarar og floksformenn eiga okkara part av ábyrgdini av, at tað er so soltið við kvinnum, har tær politisku avgerðirnar verða tiknar. Vit mugu royna at finna ein framferðarhátt, so at konufólk ikki bera seg undan at stilla upp. Og vit mugu eisini koma burtur frá freistingini, at fáa konufólk á listan beint upp undir val, bara fyri at snøgga um floksmyndina úteftir. Byrja vit ikki alt fyri at at virka fyri, at kvinnur fáa somu sømdir at føra valstríð og at virka í politikki, sum menn, er alt til fánýtis.
? Men tað er ikki bara sum at siga tað, at stíga fram, smoyggja anonymitetin av sær og taka avgerðir sum røkka langt, og sum fella mongum fyri brósti. At tað kann vera ógvuliga kalt í erva í politikki er ikki bara eitt innantómt orðafelli. Tað eiga øll, sum fara uppí politikk, at gera sær greitt. Og kvinnur skulu ikki vænta, at tað verður øðrvísi fyri tær. Tí mugu kvinnur eisini sjálvar spenna seg út, tí vit hava ikki ráð til at vera helvtina av fólkinum og tilfonginum fyri uttan.
? Nú má tann stundin vera komin, at vit taka stig til ítøkilig tiltøk, sum kunnu gera javnstøðuna til veruleika. Dagurin í dag skal geva okkum íblástur til framtíðar arbeiðið við javnstøðu. Við hesum orðum setti løgmaður ráðstevnuna.
Mintust Maritu
Løgmaður nýtti eisini høvið at minnast Maritu Petersen, sálu.
? Við at minnast Maritu, minnast við eisini kvinnuna, flokksformannin, løgtingsformannin og løgmannin, sum gjørdi allar fordómar um tað undirumboðaða kynið í føroyskum politikki til skammar, segði Jóannes Eidesgaard.
Síðani handaði Jansy Olsen frá Javnstøðunevndini Edmundi Joensen løgtingsformanni ein málning av Maritu Persen, og Vilhelm Jóhannesen helt eina sera hugtakandi minningarrøðu um sín gamla floksfelaga.