Kamala Harris váttar í kvøld, at hon er sinnað at stilla upp sum forsetavalevni hjá Demokratiska flokkinum. Mynd: Erin Schaff/New York Times/Ritzau Scanpix

Kamala Harris váttar: Hon vil stilla upp og vinna á Trump

Kamala Harris, varaforseti, fer at savna Demokratiska flokkin, savna landið og vinna á Donald Trump.

Kamala Harris váttar í kvøld, at hon er sinnað at stilla upp sum forsetavalevni hjá Demokratiska flokkinum. Mynd: Erin Schaff/New York Times/Ritzau Scanpix

Amerikanski varaforsetin, Kamala Harris, sigur, at hon fer at vinna forsetavalið hjá flokki sínum og vinna á Donald Trump.

- Eg eri ærað av stuðlinum frá Joe Biden. Eg fari at gera alt, sum stendur í mínum valdi fyri at savna Demokratiska flokkin, savna landið - og vinna á Donald Trump, sigur Harris.

59 ára gamla Kamala Harris er fyrsti kvinnuligi varaforsetin í USA.

Eisini er hon fyrsti svarti varaforsetin. Pápi hennara er úr Jamaica, meðan mamman er indisk.

 

AFP/ritzau/

 

Kamala Harris váttar í kvøld, at hon er sinnað at stilla upp sum forsetavalevni hjá Demokratiska flokkinum. Mynd: Erin Schaff/New York Times/Ritzau Scanpix