Nevndin í Fíggingargrunninum hevði nevndarfund í vikuni. Tá viðgjørdi hon fyrst og fremst tíðindaskrivið frá Den Danske Bank sum svar til landsstýrið um útsetan av fyrningarfreistini. Eisini roknskapurin fyri 97 var á skránni.
Knud Heinesen, formaður í Fíggingargrunninum er sera vónsvikin av seinasta útspælinum frá Den Danske Bank. Hann vísir á, at bæði Fíggingargrunnurin, landsstýrið og stjórnin fleiri ferðir hava sagt, at modellið, sum Den Danske Bank hevur lagt fram, kann ikki brúkast til nakað. Tað er tekniskt sera kompliserað og snýr seg ikki um tað, sum er kjarnin í bankamálinum.
-Vit hava víst hesum aftur fyrr, og tí kann nýggjasta útspælið frá Den Danske Bank ikki metast sum nakað tilboð sigur Knud Heinesen.
Hann sigur, at sjónarmiðið hjá Fíggingargrunninum er eitt heilt annað enn tað hjá Den Danske Bank.
-Okkara sjónarmið er, at partabrævabýtið, sum varð gjørt 23. mars 1993, varð grundað á upplýsingar frá Den Danske Bank um, at Føroya Banki tá varð solventur, likvidur og hevði avsett nóg mikið, og í hvussu er uppá stytri sikt ikki hevði brúk fyri meiri peningi.
Longu 30. juni 1993, tá ein sera kvalifiserað uppgerð varð gjørd, vísti tað seg, at hetta var ikki rætt, og í bankakanningini verður eisini víst til uppgerðina frá 30. juni, har tað verður víst á, at tað resta í 744 mill. kr. í, soleiðis at skilja, at ein slík upphædd átti at verið sett í Føroya Banka longu 23. mars 1993.
Út frá hesum sigur Knud Heinesen seg fullvæl skilja úttalilsini hjá løgmanni í útvarpinum týsdagin um, at tilboðið frá Den Danske Bank ikki kann brúkast til nakað sum helst, tá ein treyt er sett við.
Samráðingar besta loysnin
Knud Heinesen heldur tí, at tað einasta rætta í hesum málinum er at geva landsstýrinum og stjórnini møguleika fyri at loysa málið gjøgnum samráðingar.
-Tað vóna vit framvegis er møguligt. Um tað ikki eydnast stjórnini og landsstýrinum at finna eina loysn, so kann ein koma í ta støðu, har Fíggingargrunnurin fyri at kunna liva upp til sína ábyrgd og røkja síni áhugamál, vegna landsstýrið verða tvungin til at stevna Den Danske Bank.
-Men kunnu Føroyar koma at standa verri í hesum málinum, um tað verður neyðugt at stevna Den Danske Bank heldur enn at fáa eina samráðingarloysn, áðrenn fyrningarfreistin er úti?
-Tað er torført at meta um. Vit halda, at Den Danske Bank við síni atferð í sambandi við partabrævabýtið, hevur átikið sær eina ábyrgd, og at tað tí er rímuligt, at Den Danske Bank kemur at lata endurgjald. Tað mugu vit so eisini rokna við verður úrslitið av einum rættarmáli, men eg eri ikki ósamdur í tí, at ?alle forhold taget i betragtning? so er tað best at royna at finna eina samráðingarloysn.
-Tvs. áðrenn 30. apríl?
-Um tað letur seg gera, men annars eftir 30. apríl. Ein má staðfesta, at tað er ein torfør og óvanlig støða, sum er í løtuni, nú samráðingarnar skulu vera. Tað kann eg annars ikki siga nakað um, tí Fíggingargrunnurin skal ikki siga nakað, sum kann tulkast sum ein uppílegging í føroyska valstríðið. Men ein má siga, at støðan nú er serstøk og óvanlig.
Uppá fyrispurning um Føroyar nýtast at standa verri fyri í bankamálinum, verður tað ikki avgreitt fyrr enn eftir valið sigur Knud Sørensen, at tað eisini átti at borið til at funnið eina loysn í málinum, um tað ikki verður avgreitt fyrr enn eftir valið.
-Ein máti er jú at stevna Den Danske Bank og harvið sleppa undan fyrningarfreistini, um tað er neyðugt.
-Er tað ein nøktandi loysn fyri Føroyar fyrst at stevna og so bíða til eftir valið?
-Tað vil eg ikki leggja meg út í. Men ein kann siga, at tað úrslitið, sum funnið verður fram til í samráðingum, ikki bert skal verða nøktandi fyri núverandi landsstýrið, men at tað eisini verða nøktandi fyri tað landsstýrið, sum kemur til valdið eftir valið, um so er, at tað verður eitt annað landsstýri.
Knud Heinesen dylur ikki fyri - og tað hevur hann hildið alla tíðina - at føroyingar hava eina sera góð sak.