Tær níggju uppsagnirnar og fráboðanin um at seta fólk fimm fólk niður í tíð standa við.
Tær verða ikki tiknar aftur, sjálvt um kringvarpið fær tær 3,5 mió. krónurnar, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður hevur skotið upp at lata stovnin fáa á fíggjarlógini.
Játtanin hjálpir á tann hátt, at kringvarpið sleppur frá at spara enn fleiri fólk burtur, sigur Jóhan Mortensen, leiðslusamskipari.
Uppsagnirnar og at seta nøkur fólk niður í tíð, svara til 10 ársverk.
Umframt hetta hava fimm starvsfólk verið í tíðaravmarkaðum størvum, og tey ganga øll út á nýggjárinum.
Tað eru fyrst og fremst inntøkurnar hjá Kringvarpinum frá lýsingum og spølum, sum hava svikið. Harafturat hevur grannskoðarafelag stovnsins kravt nýggjar mannagongdir í sambandi við avskrivingar. Tí var neyðugt við hesum stóru inntrivum.
Kringvarp Føroya hevur boðað frá, at hallið í ár verður 3,5 mió. krónur, men peningurin á fíggjarlógini – um hann kemur – verður ikki tøkur fyrr enn næsta ár.
Kringvarpið eigur tríggjar milliónir krónur á bók, og tær verður neyðugt at brúka.
Jóhan Mortensen og kringvarpsstjórin Dia Midjord sita nú og leggja brikkarnar fyri at fáa skránna at hanga saman.
Enn er ov tíðliga at siga, hvørjar broytingar verða gjørdar, sigur Dia Midjord.
Hann væntar, at skráin í høvuðsheitum fer at síggja út, sum hon hevur gjørt síðan 1. desember. Onkrar tónleikarsendingar hvørva kasnka, men tað kann eisini vera, at onkrar koma aftur.