Kanna festara fyri vanrøkt av seyði

Búnaðarstovan og landsdjóralæknin fara nú at kanna umstøðurnar á einum festi í Oyndarfirði, har illgruni er um, at seyðurin hevur verið fyri vanrøkt.

Í Degi & viku í gjár vóru sjónbandaupptøkur frá seyðarovum og sjúkum seyði, ið illa fekk fótað sær á bønum. Lars Mohr Nielsen, djóralækni, gjørdi í innslagnum greitt, at seyðurin á upptøkunum var rak og sá illa út, og hugsandi var, at seyðurin var hevði tarmsjúku ella hevði nógvan orm.

Tað er Hans Kristian Abrahamsen, ið hevur festið í Oyndarfirði, og hóast hann ikki ynskti at gera bandaða samrøðu við Kringvarpið, gjørdi hann í viðmerking greitt, at hann viðurkennur, at støðan á festinum er ring.

Hans Kristian Abrahamsen segði, at hann tók yvir festið fyri einum ári síðani, og at seyðurin var illa  fyri. Farna heyst drap hann seyðin, ið var ringast fyri, umframt at hann hevur givið seyðinum heilivág bæði farna heyst og í vár. Harumframt hevur hann givið seyðinum hvørt kvøld síðan januar mánaða.

Um seyðarovini, ið lógu á bønum og sløddust, segði Hans Kristian Abrahamsen við Dag og viku, at hann valdi at lata seyðin liggja, soleiðis at rovfuglur legðist á rovini heldur enn á lombini, tí nógvur ravnur er í Oyndarfirði.

Málið liggur í løtuni hjá búnaðarstovuni og landsdjóralæknanum, og ein ær er tikin inn á heilsufrøðiligu starvsstovu til kanningar.