Kanna fyri koronu í Runavík

Heilsumálaráðharrin, stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsi og borgarstjórin í Runavíkar kommunu hava um vikuskiftið og síðani samskift um møguleikan fyri at gera COVID-19 kanningar í Eysturoy.

Samsvarandi hesum er nú avrátt, at Klaksvíkar sjúkrahús, í samstarvi við Runavíkar kommunu, skipar eina interimistiska kanningarstovu í Skótahúsinum við Løkin í hesi vikuni, og møguliga í næstu viku við, skuldi tørvur verið á hesum.

Tað sigur Runavíkar kommuna í tíðindaskrivi.

Tørvur er ikki á ávísing frá lækna fyri at verða kannaður, í hesum førinum snýr tað seg um ”støkk inn kanningar”, sum hesar verða róptar í Heilsuverkinum.

Viðvíkjandi ferðslu og parkering tekur Vegadeildin hjá kommununi sær av hesum, og á kortinum sæst, at møguligt er at seta akførini við Barnagarðin á Mýrunum, Skótahúsið við Løkin og omanfyri Skýlið og Bylgjuna – við fótbóltsvøllin. Starvsfólk hjá Vegadeildina skipað ferðsluna og parkeringina. 

Í hesari vikuni er kanningarstovan í Skótahúsinum opin hesar dagar og tíðir:

Mikudagin (12.08.20) kl. 14 – 17

Hósdagin (13.08.20) kl. 14 – 17 

Øll, sum framvegis standa í bíðirøðini kl. 17, báðar dagarnar, verða eisini kannað tann dagin.

Øll hava møguleika fyri at verða kannað, og kanningarnar eru ókeypis fyri teir borgarar sum brúka møguleikan. 

ES: Møguligar broytingar verða fráboðaðar skjótast gjørligt, og til ber at kunna seg meiri um málið á Facebook-síðuni hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi.