Kanna málførleikar hjá smábørnum

Nú er spurnarkanning um málmenning hjá føroyskum børnum send til foreldur, sum eiga børn í aldrinum 8- 36 mánaðir. Ætlanin við hesi kanning er at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu føroysk børn mennast málsliga við serligum atliti at orðfeingi.

Spurnarkanningin, sum fer fram í fyrru helvt í juni mánaði, verður gjørd í sambandið við ph. d verkætlanina hjá Sissal M Rasmussen.

Hetta veit heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum at siga.

Ætlanin við hesi kanning er at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu føroysk børn mennast málsliga. Kanningin, sum er umsett og tillagað til føroysk viðurskifti, kallast MacArthur- Bates Communicative Development Inventory og er í tveimum pørtum. Eitt spurnarblað er til tey smærru børnini sum kallast Orð og keipur (gestus) og eitt til tey størru sum kallast Orð og setningar. Við støði í hesum frágreiðingum ber til at gera eina skipaða og empiriskt grundaða lýsing av, hvussu føroysk børn menna málið.

Kanningin verður brúkt í nógvum øðrum londum, bæði hinum Norðurlondunum og eitt nú Onglandi og USA. Við kanningini ber eisini til at bera saman málmenning hjá føroyskum børnum og børnum í øðrum londum.

Spurnarkanningin fer fram á netinum, við at foreldur verða biðin um at krossa á ein lista, hvørji orð børn teirra skilja og/ella brúka. Úrslitini av kanningini kunnu geva vitan um, hvussu málið hjá føroyskum børnum mennist.