Fyrst í hesum mánaðinum legði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fram eitt uppskot, um hvussu mangulin upp á parkeringspláss í miðbýnum í Havn kann loysast.
Í uppskotinum varð lagt upp til at gera ein parkeringstunnil í høvuðsstaðnum, men bleiv eisini tá upplýst, at uppskotið ikki hevði fingið nakra politiska viðgerð. Les meira um uppskotið við at trýsta á her.
Men nú hevur Annika Olsen viðgjørt uppskotið saman við meirilutanum í Tórshavnar býráð, og samtykt er at fara víðari við tí.
- Vit hava viðgjørt uppskotið í samgonguni og er tað arbeiðið væl í gongd nú. Tað kemur allarhelst fyri nevnd eftir páskir, har man fer heita á ráðgevingarfyritøkur um hvussu man kann skipa ein slíkan tunnil, sigur Annika Olsen.
Tó at hon sjálvt hevði eitt ítøkiligt uppskot um hvar ein slíkur tunnil skuldi liggja, so er tað ikki vist, at tað verður júst tað uppskotið, ið verður veruleiki. Men hon er sannførd um, at loysnin finst undir jørð.
- Tað nýtist ikki var tann tunnil, ið eg mælti til, men okkurt sum ber til og er skilagott. Tí tað er neyðugt at fáa eina ætlan yvir hvussu vit framtíðartryggja býin og infrastrukturin tey næstu 50 ella 100 árini. Og um tú hyggur eftir stórum býum sum London, Keypmannahavn og Oslo, so hava allir loyst sín infrastruktur, eisini viðvíkjandi parkering, undir jørð. Summi við metro og onnur við tunlum til parkering, sigur hon.
Kommunan er longu varug við, at Havnará kann gerast ein trupulleiki, men er borgarstjórin bjartskygd um, at tað ikki steðgar allari verkætlanini.
- Havnará er ein avbjóðing fyri eini slíkari verkætlan. Hon liggur eitt sindur tvørs fyri, men eg vænti, at vit kunnu finna eina loysn, sigur Annika Olsen.

Kanna nú loysn við parkeringstunli

