Jan Müller
Herfyri kunngjørdi Vaktar- og Bjargingartænastan úrslitið av nýggja uppgerðarháttinum í sambandi við seismiska skjóting á landgrunninum. Djóni Weihe, sum stendur á odda fyri tí partinum av arbeiðinum hjá V&B, sum hevur tilknýti til kanningar á landgrunninum í sambandi við eina komandi oljuvinnu, sigur seg vera væl nøgdan við úrslitið frá hesum fyrsta árinum við slíkari uppgerð. Sjálvur vónar hann, at hagtølini og skrásetingin teir hava gjørt av seismisku kanningunum vónandi kunnu vera hent amboð hjá øðrum myndugleikum eisini, so sum fiskivinnuni. Og somuleiðis hjá vinnuni sjálvari, eitt nú kunnu slík kort verða sera hent hjá garnabátunum.
-Við hesi uppgerðini fáa vit eitt neyvt innlit í, hvar seismikkskipini hava arbeitt gjøgnum eitt heilt ár. Hetta sigur sjálvandi eisini nakað um áhugan hjá oljufeløgunum fyri teimum ymsu økjunum á landgrunninum.
Djóni Weihe sigur, at kortið teir hava gjørt, vísir bert, hvat er skotið í fjør. Tað sigur einki um undanfarnu árini. Tað hevði sjálvandi havt verið ynskiligt at kunna hava eina skrásting yvir øll árini, síðani farið varð undir at skjóta seismikk tvs. frá 1994, men hetta er so ikki sett í verk fyrr enn í 98.
Til tey, sum hugsað sær at brúkt nýggja kortið (sum er prentað í blaðnum) til at finna fram til, hvørji øki oljufeløgini meta mest áhugaverd, er at siga, at tølini eru bert fyri eitt ár, meðan tað hevur verið skotin seismikkur í umleið fimm ár tilsamsn. Tvs. at í teigum, har tað í 98 lítið er skotið, kann nógv verða skotið árini frammanundan. Hóast hetta so gevur tímauppgerðin frá 98 okkum eina rættiliga greiða ella leiðbeinandi mynd av teimum mest áhugaverdu økjunum.
Tá vit tosa um tey mest áhugaverdu økini, so er talan um økini har suðuri og heilt eystur móti markinum. Men eisini aðrastaðni er nógv skotið, og har er hitt kortið frá Oljufyrisitingini (sum vit eisini prenta) av royndarútbjóðingini eisini áhugavert. Vit síggja, at tað eisini longur norðuri og somuleiðis vestan fyri Suðuroynna eru áhugaverd øki. Nú hevur uppgerðin hjá V&B als einki við sjálvan oljuáhugan at gera. Her er talan um eitt fakligt og týðandi arbeiði, sum skal koma okkara fiskimyndugleikum og fiskivinnuni til góða.
Djóni Weihe sigur við blaðið, at uppgerðin byggir á upplýsingar frá føroysku fiskiveiðiumboðunum, sum hava verið við seismikkskipunum. Tað eru fýra føroyingar, sum hava tikið sær av eftirlitsarbeiðinum umborð. Teir eru Magni Skaale, Rógvi Mouritsen, Ebbe Mortensen og Kristian Bjarnaskorð.
Av tí at einki krav er sett frá føroyskari síðu, at fiskiumboð skulu vera við eisini tá seismikkskipini gera kanningar úti í tí partinum av Hvíta økinum, sum liggur vestan fyri verandi fiskimark, so vita vit ikki, hvussu nógv seismiskt virksemi hevur verið har. Tó vita vit, at nettup í stórum parti av Hvíta økinum hevur verið skotið sera nógv av seismikki. Og ikki minst millum føroyska landgrunnin og miðlinjuna (fiskimarkið).
Talan er bæði um kanningar, sum eru umbidnar av oljufeløgunum og um kanningar, sum seismikkfeløgini sjálvi hava tikið stig til.
Fleiri feløg høvdu forkanningarloysi í farna ári. Eitt av teimum nýggjastu seismikkskipunum í heiminum var millum skipini, ið skutu í fjør. Tað var Veritas Viking frá Veritas, fyrr Digicon fyritøkuni. Skipið hevur eina øgiliga orku, tað hevur 5 kaðalar, sum røkka 700 metrar í breidd og 4.100 metrar í longd. Talan var um eina kanning (spec), sum Digicon sjálvt hevur tikið stig til. Sosialurin skilur, at stórur áhugi hevur verið fyri kanningini. Skipið hevur skotið 3D seismikk, ið er av tí meira framkomna og dýrara slagnum. Tað kostar umleið eina mill. kr. um dagin at leiga slíkt skip. Loyvið hjá Veritas var úti 1. november í fjør, men orsakað av tí vánaliga veðrinum fekk felagið loyvi til at halda fram við kanningunum eina tíð longuri fyri harvið at kunna gera arbeiðið liðugt.
Meðan mest hevur verið skotið har suðuri og eysturi á landgrunninum er áhugin seinastu tíðina fluttur norður eftir.
Djóni Weihe sigur annars, at nýggja fráboðanartænastan til skipini um telefon hevur verið sera væl vitjað. Henda tænasta varð eitt úrslit av atfinningunum hjá fiskimonnum, sum søgdu, at seismikkskjótingin órógvaði vinnuna. Tí fór V&B undir hesa telefontænastuna, sum hevur verið sera nógv brúkt. Har hava verið umleið 30 til 50 uppringingar um dagin.
Kanna ávirkan á fiskivinnu
Arbeiðið, sum Vaktar & Bjargingartænastan ger við at føra hagtøl og uppgerðir yvir, hvar og hvussu nógv verður skotið av seismikki á landgrunninum, hevur stóran týdning fyri Fiskirannsóknarstovuna, sum arbeiðir við eini verkætlan í sambandi við seismikk og fiskiskap. Hjalti í Jákupsstovu, stjóri, sigur, at teir í ár hava fingið játtaðar eina hálva mill. kr. frá GEM-felagsskapinum til at hyggja eftir, hvussu seismikkur og fiskiskapur sampakka.
Ætlanin er at hyggja eftir dagbókunum hjá skipunum og vita, hvussu veiðan verður ávirkað av seismikki samtíðis. Til hetta arbeiði eru tølini yvirlit frá V&B av stórum týdningi.
Endamálið við verkætlanini er at kanna so objektivt sum gjørligt - árinið, sum seismikkurin hevur á fiskiskapin.
Talan er um eitt rættiliga stórt arbeiði, sum skal í gongd. Hjalti í Jákupsstovu er annars fegin um ta fráboðanarskipan til fiskivinnuna, sum kom í gildi í fjør, soleiðis at skipini til eina og hvørja tíð vita, hvar seismikkur verður skotin og soleiðis at tey harvið kunnu leggja sær fiskiskapin til rættis eftir tí.
Síðani telefonskipanin fór at virka hava nógv fólk brúkt hana. Annars fór tað ikki dagur, at útróðarmenn ikki vístu sína ónøgd við seismikkin. Síðani fráboðanskipanin fór at virka tykist henda ónøgdin at hava lagt seg.
Tað er greitt, at vit kunnu rokna við nógvum seismiskum virksemi við Føroyar, tvs. bæði á landgrunninum og úti í Hetlandsrennuni, tá makið kemur uppá pláss og ikki minst tá loyvi verða givin.
Nettup tí er tað so umráðandi longu nú at kanna í hvønn mun seismikkur ávirkar fiskin og fiskiskapin.