Kannaðu farmin á Norrønu

Tað sleppur bara neyðsynjarvøra í land av Norrønu í morgun

– Vit hava kannað farmin, sum kemur við Norrønu, og har eru bara neyðsynjarvørur, sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag,

Og neyðsynjarvørur eru til dømis vørur til sjúkrahúsverkið, apoteksverkið og vøru til eldrarøktina.

Jens Meinhard Rasmussen segði við in.fo, tá verkfallið varð lýst, at farmaskipini hjá Smyril Line ikki fara at sigla til Føroyar, men at tey fara at røkja sambandið millum Ísland og meginlandið í staðin.

Hann segði, at farmaskipini bara koma til bryggju í Føroyum at skifta manning.

– Vit virða verkfalsrættin og fara ikki at leita eftir fólki at gera verksfalsrakt arbeiði. Eitt verkfall hevur sín prís, og tað hevur tað fyri allar partar, segði Jens Meinhard Rasmussen.

Heri Reynheim segði við in.fo í morgun, at eingin dramatikkur hevði verið í sambandi við at Norrøna kom á Havnina í morgun, og at eingi tekin eru um, at nakar hevur roynt at snúgva sær undan verkfallinum við at taka vøru í land, sum eigur at verða rakt av verkfallinum.