Kanning av Jøkulfell kroyst ígjøgnum

? Bara hesin eini fyrispurningurin prógvar, at fólkaræðið verður styrkt við teimum munnligu fyrispurningum í løgtinginum, sigur Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður. Avleiðingin av hansara munnliga fyrispurningi um føroyska leiklutin í bjargingararbeinum, tá ið Jøkulfell gekk burtur, var ein óheft kanning, sum fleiri løgtingsmenn vóru við til at kroysta ígjøgnum

Tað eydnaðist løgtingsmonnum úr fleiri flokkum at noyða eina kanning ígjøgnum av føroysku tilbúgvingini í sambandi við vanlukkuna, tá ið Jøkulfell sakk norðanfyri Føroyar.
Eftir ein munnligan fyrispurning og hart kjak í løgtinginum mikudagin, boðaði landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hósdagin frá, at ein kanning verður gjørd av tilburðinum.
? Álitið á føroysku tilbúgvingarskipanina hevur alstóran týdning, og tí er avgerandi neyðugt at allir upplýsingar í hesum málinum koma fram og verða viðgjørdar í samlaðum høpi, segði Bjørn Kalsø hósdagin sum grundgeving fyri, at kanningin nú verður gjørd.
Tað er Norsk Veritas, sum skal standa fyri kanningini, og ein avleiðing er, at stjórin fyri MRCC Tórshavn, Djóni Weihe, verður koyrdur frá, meðan kanningin fer fram.
Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt Jóhan Jacob Jakobsen, vaktgangandi yvirmann, sum fyribilsleiðara á Sjóbjargingarstøðini.

Styrkir fólkaræðið
Málið byrjaði við einum munnligum fyrispurningi frá Torbjørn Jacobsen, løgtingsmanni. Hann vildi hava at vita frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, hví føroyska sjóbjargingartyrlan ikki beinanvegin varð send at hjálpa manningini umborð á Jøkulfell, tá ið farmaskipið sendi út neyðarkall.
Endin var eitt rúkandi heitt politiskt mál, sum nú fyribils endar við, at landsstýrismaðurin hevur sett í verk eina óhefta kanning av tilburðinum.
? Bara hesin eini fyrispurningurin prógvar, at fólkaræðið verður styrkt við teimum munnligu fyrispurningum í løgtinginum. Onkur hevur funnist at, at landsstýrismenninir verða ov nógv órógvaðir av slíkum fyrispurningum, men eg haldi, at hetta er styrki fyri demokratiið, sigur Torbjørn Jacobsen.
? Hetta er einasti opni vegurin millum mannin á gøtuni og ministaran, tí nógvar av hesum fyrispurningum koma av, at løgtingsmenn tosa við vanlig fólk um ymsar trupulleikar og ymisk mál.

Nøgdur við kanning
Torbjørn Jacobsen sigur, at hann er nøgdur við, at ein kanning nú verður gjørd av føroysku tilbúgvingini í sambandi við vanlukkuna við Jøkulfell.
? Einasta endamálið hjá mær við hesum fyrispurninginum var at fáa at vita, um føroyska tilbúgvingin virkar nóg væl. Hetta var á ongan hátt eitt politiskt álop á landsstýrismannin. Eg eri nøgdur við, at ein kanning nú verður gjørd, tí okkara partur av tilbúgvingini á sjónum skal vera í ordan, sigur løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldisflokkin.