Kanska nýval skjótt verður til fólkatingið

– Um ikki tað eydnast Lars Løkke Rasmussen skjótt at snikka eina stjórn saman við Dansk Folkeparti, so kunnu vit skjótt fáa nýval.

– Um ikki tað eydnast Lars Løkke Rasmussen skjótt at snikka eina stjórn saman við Dansk Folkeparti, so kunnu vit skjótt fáa nýval.

 

Tað sigur Hans Engell, fyrrverandi formaður í Konservativa flokkinum og nú ein av fremstu politisku viðmerkjarunum í Danmark.

 

Í Ekstarblaðnum í dag skrivar hann, nýval kann gerast veruleiki innan eitt ár ella hálvtannað.

 

Tí sum hann sigur, gott nokk hava tey bláan meiriluta í Danmark.

 

– Men vit hava ein forsætisráðharraflokkum, sum er sera nógv viknaður. So nógv, at hann bara fær stýrt við vælvild frá serliga Dansk Folkeparti og Liberal Alliance.

 

Hans Engell sigur, at Vinstra og Lars Løkke eru dramatiskt viknað, og Dansk Folkeparti er dramatiskt strykt og hevur ein formann, sum nú hevur størri ambitiónir enn Lars Løkke Rasmussen.

 

Ein møguleiki er, at Lars Løkke Rasmussen skipar eina Vinstra minnilutastjórn. Men tann møguleikan heldur Hans Engell ikki nógv um. Tí ein slík stjórn verður so veik. Hon má finna sær einar 50 fólkatingslimir afturat, hvørja ferð mál skulu fremjast, og tað kann gera politisku støðuna eins trupula, sum í sjeytiárunum, tá fólkatingsval var annað hvørt ár, í 1973,75,77 og 79.

 

Hinvegin heldur Hans Engell, at um Vinstra og Dansk Folkeparti skipaðu stjórn saman – við 70 sessum aftan fyri seg, so stóð hon sterkari. Hin møguleikin er at skipa stjórn saman við teimum Konservativu, men tann stjórnin hevur bara 40 sessir aftan fyri seg.

 

Niðurstøða hjá Hans Engell er, at um Lars Løkke Rasmussen ikki ger, sum Kristian Thulesen-Dahl ger, so verður tíð hansara sum forsætisráðharri ikki drúgv.