Í ársins fyrstu súkklukapping bleiv kappast á fjallasúkklu. Børnini kappaðust í trimum bólkum og so bleiv kappast millum vaksin eisini.
Ein genta luttók og í hennara bólki gjørdist hon fyrr á mál enn dreingirnir í hennara bólki. Durita Toftum Joensen var gott koyrandi leygardagin, eins og hon eisini hevur verðið í øðrum kappingum, ið TSF hevur skipað fyri. Hon hevur tað ikki frá fremmandum. Pápin, Andrass Joensen, hevði eisini ein góðan dag leygardagin, og kom á mál bert eitt minutt eftir vinnaran í kappingini hjá teimum vaksnu.
Sera spennandi var í kappingini millum dreingir 12 til 14 ár. Ikki tí, Benjamin Thomassen, ið nú hevur drúgvar royndir sum súkklari, vann sera trygt, men kappingin um 2. plássið gjørdist spennandi sum kappingin leið. Jørtur B. Poulsen og Niels Gilstein Midjord stríddust um hetta pláss. Tætt var, men á seinasta umgangi fór Jørtur frá Niels Gilstein, og gjørdist tí næstur á mál.
Eisini Bartal Dam Gregoriussen hevur verið trúgvur til kappingar hjá TSF, og eisini hann slapp at njóta løtuna ovast á sigurspallinum eftir loknan dyst leygardagin. Eisini hann vann ein tryggan sigur.
Hjá teimum vaksnu vann Gunnar Dahl-Olsen. Tíðliga megnaði Gunnar at slíta seg leysan frá Andrass Joensen, Høgna Øster og øðrum. Gunnar megnaði at halda tørn, men tað var ikki uttan harða kapping frá Andrass Joensen, ið stríddist sum úlvur í skóg, fyri at fáa Gunnar aftur. Høgni Øster gjørdist triðjur á mál.
Tíanverri fyri kappingina - og fyri Sverra sjálvan - punkteraði Sverri Mohr Edvinsson og var tí noyddur at gevast á fjóra av seks umførum.
Næsta kapping verður lýst í fjølmiðlunum og á heimasíðuni hjá Tórshavnar Súkklufelag, www.tsf.fo.
Úrslit:
Dreingir, 6 til 8 ár:
Nr. Navn
1 Bartal Dam Gregoriussen
2 Tummas Simonsen
3 Poul Jóhan á Torvlaðnum
Dreingir, 9 til 11 ár:
Nr. Navn
1 Edmundur W. Johannesen
2 Tóki Bjarnason Poulsen
Gentur, 9 til 11 ár:
Nr. Navn
1 Durita Toftum Joensen
Dreingir, 12 til 14 ár:
Nr. Navn
1 Benjamin Thomassen
2 Jørtur Bjarnason Poulsen
3 Niels Gilstein Midjord
Vaksin:
Nr. Navn Tíð
1 Gunnar Dahl-Olsen 1 t 24 min. 5 sek
2 Andrass Joensen 1.25.05
3 Høgni Øster 1.35.06
4 Sigmundur Olsson 1.38.37
5 Kári Simonsen 1.48.45
6 Sverri Mohr Edvinsson DNF