Týsdagin 25. mars kl. 10.00 ? 17.30 hevur Ungt Virki á Føroya Handilsskúla søluframsýning og kapping á Torgininum í SMS. Framsýningin er samstundis skipað sum ein próvtøka, har ungu virkini hava framløgu fyri almenninginum og dómarum. Besta virki sleppur víðari í kappingini, har tað skal kappast við onnur ung virki í Danmark. Hendan kappingin verður í Keypmannahavn í døgunum 25.-26. apríl hjá Dansk Industri.
Hetta er fjórða kappingin síðan 1997, har ungu virkini kappast um eitt pláss í donsku finaluni. Í 1997 og 1999 varð endaliga próvtøkan í SMS, meðan hon í 2001 var á Handilsskúlanum á Kambsdali. Í ár verður Torgið í SMS so aftur karmur um próvtøkuna, og fara ungu virkini týsdagin 25. mars at sýna fram, selja og greiða frá um virkini og úrdráttir sínar.
Í ár eru fimm virkir við í kappingini um at gerast besta unga virkið. Hesi virkini ? ella íognarfeløgini, sum tey vera rópt ? eru Gabb, Gagn, FFE, LBH og Vitan.
Vinnarin av kappingini verður avdúkaður á Torginum í SMS týsdagin kl. 15.30.
At døma verða umboð frá stuðlunum, Føroya Sparikassa, Vinnuhúsinum og SMS. Øll hesi árini hevur neyvt samstarv verið við SMS, Føroya Sparikassa, Toll-og skatt og Vinnuhúsið. Lærari hjá Ungu Virki tvey seinastu árini hevur verið Martha Weihe Dalsgaard.
Stutt um virkini:
Gabb er virki, sum tær fýra Guðrun Vatnhamar, Ann Tordis K. Hellisdal, Birita L. Hansen og Bjørg Clementsen mynda. Tær hava givið út eina barnafløgu við kendum barnasøgum eftir m.a. brøðrunum Grimm og H.C. Andersen. Eisini eru tvey løg hjá Brandi Enni á fløguni.
Vøran, sum íognarfelagið Gagn hava framleitt er ein sankutøðkassa (kompostkassa) til burturkast. Tey fimm, ið mynda Gagn eru: Marjun Hansen, Durita Poulsen, Elisabeth Jacobsen, Jannet Hansen og Jaspur T. Gaard$?$end$!$
Faroese Film Entertainments: Teir hava sett í framleiðslu ein videofilm við gomlum upptøkum hjá Zakarias Hammer Virkiseigararnir eru: Eilif Høgnesen, Tóri Bendtsen, Pætur Rasmussen, Olaf Olsen, William Olsen og Sólvit Nolsøe.
Vitan: Teir leggja tíðindi og kunning um tøkni út á heimasíðu. Virkiseigararnir eru: Ragnar Thomassen, Hanus Mikkelsen, Kristian Joensen og Ragnar Isaksen.
LBH: Framleiður og selur brústsukur.
Virkiseigararnir eru: Lív Krosstein, Bárður Thomsen og Heidi Borum Hansson.
Skúlaárið 1996/97 fór Føroya Handilsskúli undir eina nýggja lærugrein, sum teir nevndu "Ungt Virki". Hugskotið til lærugreinina fekk Sonja Oyrabø Petersen, sum hevur verið samskipari av lærugreinini síðan byrjan, tá ið hon leitaði eftir møguligum nýggjum lærugreinum til skúlan. Helst skuldi tað vera lærugreinar, har næmingarnir skuldu annað enn bert kaga í skúlabøkurnar og lesa uppá. Síðan Handilsskúlin fór undir lærugreinina eru íalt 20 virki stovnað, rikin og tikin av. Nevnast kann, at vinnarin í 1999, sum gjørdi fløgu við barnasøgum og ?sangum, gjørdist nr. 3 í donsku kappingini. Vinnarin í 2001, sum hevði framleitt eitt ullateppi serliga ætlaðum fólkum við gikt, vann ein umhvørvisvirðisløn fyri sín úrdrátt í Young Enterprise International Trade Fair í Stavanger.