Kappingin koppar eystureftir

Meistararnir eru av Skálafjørðinum, og eystari og norðari partur av landinum eigur nógv tann størsta partin av bestu deildini

Formliga varð tað staðfest í gjár. Seinastu vikurnar hevur tað verið greitt, og nú til endan var tað so mikið sannførandi, at tað ikki var neyðugt hjá NSÍ at vinna og fáa stig burturúr heimadystinum ímóti VB/Sumba fyri at tryggja sær FM.

Sum teir hava gjørt tað alt hetta kappingarárið, so vóru nýggju meistararnir eisini hesa ferð álitisfullir og støðugir. VB/Sumba syrgdi fyri spenningi, men treystleikin, breiddin, sjálvsálitið og harvið moralurin hjá NSÍ, sum alt kappingarárið hava verið eitt av vørumerkjunum, bóru við sær, at NSÍ enn eina ferð fekk fult.

Harvið hevur NSÍ, sum fyrr í ár fór um tey hálvt hundrað, vunnið sítt fyrsta FM heiti. Í NSÍ eru tey sjálvandi ovurfegin, og tað verður ivaleyst torført í hesi vikuni at halda fokus á síðstu uppgávuni, sum verður í Klaksvík leygardagin. Tað er heilt víst, at NSÍ fer at fáa FM steypið og gullkrónurnar út aftur við sær. Tað skal spælast um stigini, og tað er einki at ivast í, at spælararnir fegnir vilja tæna venjaranum og áskoðarunum og tískil vinna í Klaksvík.


Eystur eftir

Landskappingin 2007 er merkisverd á tann hátt, at tað enn eina ferð so rudduliga er undirstrikað, at tað er í norður og eysturøkinum, at fótbólturin hevur størstu og breiðastu undirtøkuna, og at tað er í hesum økinum, at flestu sigrarnir eru vunnir.

Í økinum undir fótbóltsfeløgunum, sum eru grundarlagið undir KÍ, feløgunum í Eysturoy og suður til Kollafirðar, sum er syðsta økið undir EB/Streymi, búgva tað niðanfyri 20 túsund menniskjur ella umleið 40 prosent av Føroya fólki. Hetta økið eigur mest sum allar sigrarnar í fótbóltinum í ár.

NSÍ hevur vunnið FM í Formuladeildini, og EB/Streymur hevur vunnið Løgmanssteypið. EB/Streymur fer at vinna silvur ella bronsu í fremstu røð. B68 og ÍF hava vunnið sær uppflyting úr næstbestu deildini, B68 og GÍ hava vunnið sær uppflyting úr 2. deild, og í kvinnukappingini hevur KÍ vunnið FM og steypakappingina.

Í unglingadeildini er NSÍ gullvinnari, og í gentur 14-17 ár hevur KÍ vunnið gull!

Komandi ár verða sjey av tíggju feløgum í bestu deildini úr eystara og norðara partinum av landinum: NSÍ, EB/Streymur, GÍ, KÍ, Skála, B68 og ÍF. Tað ber við sær eina rúgvu av lokaluppgerðum og harvið uppaftur størri áhuga, og tað ber við sær stóra kapping um spælararnar og harvið trýst á feløgini um at menna uppaftur fleiri dugnaligar spælarar.


Fleiri øki burtur

Høvuðsstaðurin eigur umleið 40 prosent av fólkinum. Men næsta ár fer høvuðsstaðurin bara at eiga tvey fótbóltslið í bestu deildini. B71 verður eisini í 2007 í fremstu røð. Verri verður tað í Vágum og í Suðuroy. Hvørgin henda oyggin fer at luttaka í Formuladeildini.

Felags fyri bæði Suðuroy og Vágar er, at tað í heyst hevur verið nógv viðgjørt, hvussu hesi økini kunnu verða betri fyri í kappingini. Í báðum førum hevur verið arbeitt við at leggja saman, og í báðum økjum tykjast tað vera vánir fyri, at talan verður um samanleggingar, um enn tær ikki – í hvussu so er í fyrstu atløgu – verða so breiðar, sum tey, ið tala fyri, høvdu vónað.


Evnini

Í altjóða fótbólti eru Føroyar smáar. Um vánirnar fyri betri avrikum og úrslitum í altjóða kappingum skulu betrast, so er alneyðugt, at tað verður funnið fram til øll tey bestu evnini. FSF og feløgini samstarva um hetta, men sjálvandi er tað fyrst og fremst úti í økjunum og feløgunum, at hetta skal bera frukt.

Um tað verður roknað við, at tað er samband millum støðuna í fremstu røð og klekingina av ungum og evnaríkum spælarum, so tykist tað sum um, at gongdin í løtuni er tann, at tað serliga er í eystara og norðara partinum av landinum, at tað gongur nóg nógv rætta vegin.

Í yngru deildunum hava suðuroyingar tikið seg saman, og í ár hevur tað hilnast væl. Í Sandoy dríva tey á. Fólkagrundarlagið er ikki so stórt, men umstøðurnar eru góðar.

Í síðstu viku varð alment víst á, at umstøðurnar í høvuðsstaðnum til ítrótt – bæði innandura og uttandura – eru ikki so góðar, sum tær eru aðra staðni í landinum. Vallir og hallir svara ikki til fólkatal og umstøður aðra staðni. Serliga ikki tá ið tað verður havt í huga, at yngru árgangirnir lutfalsliga telja væl meiri í høvuðsstaðarøkinum, enn teir gera so manga aðra staðni.

Hetta er einki eindømi fyri Føroyar. Í Danmark verður ofta víst á, at umstøðurnar at íðka ítrótt í høvuðsstaðnum eru ikki á sama støði, sum tær eru tað í t. d. Jyllandi.

Tað kann vera, at børn og ungfólk í høvuðsstaðnum hava fleiri tilboð at velja ímilllum, enn tey hava eitt nú í Eysturoy og í Klaksvík. Men kortini eigur støðan, sum hon sær út við kappingarenda 2007 og harvið við kappingarbyrjan 2008, at vera grundarlag undir rannsakan. Serliga vestanfyri og sunnanfyri.

Hjartaliga tillukku við fyrsta FM heitinum nakrantíð NSÍ!